Đắk Lắk

Đắk Lắk er ein landlutur í Vjetnam.

Navnið verður eisini stavað Đắc Lắc. Đắk Lắk liggur í landslutinum Tây Nguyên (merkir Vestara Hálendi, á enskum kent undir navninum Central Highlands). Har búgva nógv fólk ið eru av upprunafólkinum í landinum, tey hoyra ikki til tann etniska bólkin av vjetnamesarum (Việt). Fólkatalið í landslutinum var 1.733.100 við fólkateljingini í 2009. Landsluturin fevnir um eitt øki á 13.062 km2 og liggur umleið 600 metrar omanfyri havið.

Đắk Lắk
Emblemi.
Đắk Lắk
Lăk vatnið er nærindis bygdina Buôn Jun

Fyrisiting

Politiskt verður Đắk Lắk landsluturin býttur sundur í trettan smærri eindir, ið kunnu samanberast við sóknir:

  • Buôn Đôn
  • Cư Kuin
  • Cư M'gar
  • Ea H'leo
  • Ea Kar
  • Ea Súp
  • Krông Ana
  • Krông Bông
  • Krông Buk
  • Krông Năng
  • Krông Pắk
  • Lắk
  • M'Đrăk

Ein býur er eisini ein sókn í landslutinum Đắk Lắk:

  • Buôn Hồ

Høvuðsstaðurin í Đắk Lắk landslutinum, Buôn Ma Thuột, er ein sjálvstøðug kommuna.

Søga

Økið ið nú verður nevnt Đắk Lắk varð upprunaliga ein partur av Champa kongsríkinum. Champa var eitt kongsríki frá umleið 7. øld til 1832. Đắk Lắk landsluturin kom undir Vjetnamesiskt stýri í 15. øld. Tá ið økið kom undir franskt harradømi, plantaðu fraklendingar nógvar plantasjur í økinum. Mótstøðan móti fraklendingum var stór í Đắk Lắk og fleiri uppreistrar vóru. Seinni gjørdist Đắk Lắk partur av Suðurvjetnam, og Vjetnamkríggið fór eisini fram í Đắk Lắk.

Wiki FøroysktĐắk Lắk 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Vjetnam

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

SveisBeyoncéRómversk-katólska kirkjanAmtmenn í FøroyumTadsjikistanMikkjal á Ryggi25. marsPaulus ápostulNiðurlendskt málUrtapílurSkjaldbøkur10. oktoberÁarsílMannarættindiMartin LandauLøgmanssteypið1892Mentanarvirðisløn LandsinsEysturskúlinNiðurlondYvirgangsálopini í París í november 2015GoogleKaukasusBøsdalafossur1833.lySeyðurSystem of a DownEiði28. november10. februarOne Hundred and One DalmatiansApostólska trúarjáttaninKarel GottTjóð1924Plantulívið í Føroyum.krJákup Mikkelsen (politikari)Johnny LoganGolden Gate brúgvin2002TinganestFAROE5Døgg NónsgjógvAndorraNASAKristen SchaalNapoleon BonaparteGorfuglurDanmarkPreussenJon HestoyTrond Fausa AurvågVígdis Hentze OlsenFosforArktiskur pílurStjórnin hjá RenziLeirvíkBostonUtrecht (landslutur)2003OyndarfjørðurWorld of WarcraftKarl Marx1837KinaAvgusturArábarMahatma Gandhi179719483. august2008🡆 More