Vermont

Stakríki Vermont (enskt: State of Vermont) er stakríki í Nýonglandi, í landnyrðingshorninum av Sambandsríkinum Amerika.

Vermont er tað triðstørsta stakríkið í Nýonglandi, næst eftir Maine og Massachusetts. Her í Vermont búgva umleið 626 000 fólk. Montpelier er høvuðsstaðurin og størsti býurin er Burlington.

Vermont
Vermont
Flagg Skjøldur
Vermont
Vermont
Vermont
Land: Vermont USA
Alment mál: Onki
Høvuðsstaður: Montpelier
Størsti býur: Burlington
Innlimað: 4. mars 1791
Guvernørur: Phillip Scott (R)
Vídd: 24,923 km²
Íbúgvar (2014): 626,562
fyri km²: 26.1/km²
Tíðarzona: UTC -5/-4
Heimasíða: www.vermont.gov

Vermont er eitt av minstu stakríkunum í Sambandsríkinum Amerika. Í norðri hevur Vermont mark við Kanada (Quebec), í eystri við New Hampshire, í suðri við Massachusetts, og í vestri við New York. Í 1791 bleiv Vermont stakríki í USA. Eyknevni er Grønfjallstaturin (enskt: The Green Mountain State). Tað mesta av stakríkinum er fjallalendi, og ofta eru fjøllini skógvaksin. Umhvørvið er sera grønt. Vermont er mest sum bara skógarlendi (78,2 % í 2015) við nøkrum fruktagóðum dølum upp ímillum. Bygdirnar í Vermont eru ofta heldur smáar. Tey dyrka bæði hunangur, mais og landbúnaðarvara. Neytum hava teir nógv av; nógv av mjólkini verður gjørt til ost. Men gitnast er Vermont fyri siropur. Upprunaliga var tað kallað “Vermont siropur”. Høvuðsstaðurin í Vermont er Montpelier. Hann er kendur sum ein av vakrastu býunum í New England, og fólk í hundratúsundatali søkir hagar á hvørjum ári.

Her er heitt-temprað veðurlag og leyvskógir við ymsum leyvtrøum. Eins og í øðrum vakstrarbeltum – serliga í Evropa – hava menniskju havt ávirkan á nógv. Fyrr høgdu fólk leyvskóg fyri at fáa við og byggitilfar til hús og bátar. Eisini sumrini eru lýggj og long til, at har kunnu vaksa bæði leyv- og nálatrø. Men leyvtrøini standa ikki grøn alt árið, tí vetrarnir eru ikki nóg mildir, bløðini falla av um heystið og koma aftur um várið. Hesi trø kalla vit tí leyvfallandi trø. Í New England er árligi hitamunurin so stórur, at fýra árstíðir eru: heyst, vár, summar og vetur. Harumframt regnar allar tíðir á árinum.



Í fleiri øldir fyri okkara tíðarrokning vóru mohawk-indiánar høvuðsfólkið í Vermont.

Størstu býir

Vermont 
Býir í Vermont

Teir 8 størstu býirnir (cities) í Vermont eftir íbúgvatali vóru í 2019 hesir:

  1. Burlington 42 819
  2. South Burlington 19 509
  3. Rutland 15 074
  4. Barre 8 528
  5. Montpelier 7 372
  6. Winooski 7 333
  7. St. Albans 6 801
  8. Newport 4 257

Bygdir

Tær 4 størstu bygdirnar (towns) í Vermont eftir íbúgvatali vóru í 2010 hesir:

  1. Essex 19 587
  2. Colchester 17 067
  3. Bennington 15 764
  4. Brattleboro 12 046

Myndir

Sí eisini

Ávísingar úteftir

72°42′0″W / 44.00000°N 72.70000°W / 44.00000; -72.70000

Wiki FøroysktVermont 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldutilfar


Tags:

Vermont Størstu býirVermont MyndirVermont Sí eisiniVermont Ávísingar úteftirVermont KeldutilfarVermontBurlingtonEnsktHøvuðsstaðurMaineMassachusettsMontpelierNýonglandUSA

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

FA ŠiauliaiListasavn FøroyaGeorg II av Stórabretlandi1924JødarKabul1755Sjúrður24. oktoberKalmarsamveldiðFøroyskt málMarius ZiskaBruneiVíkingur 2008KjadPolitikkur í FøroyumHansina IversenJakob Fuglsang4. apríl22. apríl103331. maiKlorSkála (bygd)Komplekst tal1440Norðoyar10. aprílWikimediaFríggjadagurLuksemborgFøroyingarAnna drotningMarshallhjálpinFlógvakríggiðStjørnufrøði534FrumevniHamradun280høgrahallur politikkurÁratíggju1. november23. aprílPlanturHøvuðsstaðurMáninRólandskvæði28. mars.gqMain PageLandbúnaðurOktoberVelbastaðurNúverandi hendingarHargabrøðurnirCider800Ingilín Didriksen StrømKyndilsmessa1862Guðrið HansdóttirMontenegroIndonesiaMiðeysturKekkiaBarbara🡆 More