Globala Upphitingin

Global upphitingin er tað, ið man nevnir ta observeraðu upphitingina av jarðarinnar lægru atmosferu og havi síðan 1950-árini umframt tað spádda framhaldið av hesum.

í 20. øld vaks tann globali miðalhitin við 0,74 ± 0,18 °C. Sambært eitt nú klimapanelinum hjá ST, IPCC, kemur upphitingin mest sannlíkt av, at menniskju nýta ov nógv vakstrarhúsgass. Hildið verður eisini, at ikki-menniskjaligir faktorar, so sum variasjónir av sólaraktiviteti og vulkanútbrot, hava ávirkað til eitt sindur kaldari síðan ár 1950.

Globala Upphitingin
Globalur hitamunur frá 1880 til og við 2020. Null er miðalhitin frá árunum 1951-1980. Tann svarta linjan er tað árliga meðalvirðið, meðan tann reyða vísir meðalhitan yvir 5 ár. Teir grønu stáplarnir vísa tann metta feilmarginalin.
Globala Upphitingin
Frávik í tí globala meðalhitanum tíðarskeiðið 1999 til 2008 samanborið við meðalhitan fyri tíðarskeiðið frá 1940 til 1980.

Kjakið um eina antropogena upphiting, tað vil siga eina upphiting, ið menniskjan hevur elvt til, hevur vakt stóran ans síðan 1990-árini. Í fleiri førum hava heimsins leiðarar hittst, fyri at taka avgerð um hvussu útlátið av vakstrarhúsgassum kann avmarkast, eitt nú hittust teir og samdust um Kyotosáttmálan í 1997 og hittust á veðurlagsráðstevnu Sameindu Tjóða í Keypmannahavn 2009.

Sí eisini

Keldur

Wiki FøroysktGlobala Upphitingin 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

CelsiusstiginIPCCST

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

HavnarkóriðKirundi2020-áriniBarbaraOmanKaliningradMarie AntoinetteSøren PilmarkMikkjal á RyggiIrak4. aprílBritney Spears1599Rasmus Christoffer EffersøeFilmurPrix FøroyarBygdir og býir í Føroyum15. aprílGeorgiaPhilip Reinert Ovenberg31. maiISBNHadsund1890PlatonSvimjing á Summar-OL 2012, 4 x 200 metrar frí hjá monnumSámoaKristindómurSan MarinoManila200 (rokkbólkur)Ove SprogøeMarie CurieReyði KrossurElduvík1999VancouverFótbóltur.euHvítusunnaPunjab (tónleikabólkur)2007Kongaørn17551802.vaBloggurLøgmenn í Føroyum16421838159MálDimmmorreyð ont1944BarainAlbert EinsteinStjørnufrøðiSkotskt whiskyGekkurFøroyska stavraðiðParísAmy WinehouseKabulLitavaRussland20. øldGibraltarMerkiðGeorg I av StórabretlandiKomplekst tal🡆 More