Byrgingar

Byrgingar verða mest gjørdar at goyma vatn, sum aftur verður brúkt til ravmagnsgerð, men vatngoymslur kunnu eisini lata landbúnaðinum vatn.

Tá ið á verður byrgd, verður stór vatngoymsla. So ber til at goyma vatn at brúka, tá ið turkur er um summarið. Byrgingar kunnu eisini forða fyri vatnflóð. Fram við strondini á láglendi gera teir byrgingar at verja fyri stórari vatnflóð. 

Tvinnar eru betongbyrgingarnar: bogabyrgingar og gravitatiónsbyrgingar. Bogabyrgingar eru høgar, ofta bara 3 metrar tjúkkar. Bogaskapið ger tær ógvuliga sterkar. Gravitatiónsbyrgingar (gravitatión = atdráttarmegi) verða eisini gjørdar úr betongi, men tað er tann nógva tyngdin, sum ger, at tær halda. Verjugarðar eru ymiskir til støddar og eru gjørdir úr leiri og gróti, sum er dungað saman í langan rygg. Inni í miðjum rygginum er helst betong ella leir, sum ger, at vatnið ikki seyrar ígjøgnum. Uttaná verða lagdir stórir klettar at verja fyri aldunum.

Byrgingar
Hooverbyrgingin er 221 m. høg og er ein av heimsins hægstu bogabyrgingum. Hon byrgir fyri Coloradoánni og letur landbúnaðinum har á leiðini vatn og Arizona, Kalifornia og Nevada ravmagn. Vatnið er 185 km. langt.
Wiki FøroysktWiki Commons logo
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

LandbúnaðurRavmagn

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

1169Niðurlendskt málDavid CameronPáskirBygdir og býir í FøroyumTokyoAlfred HitchcockABBAHvítabjørnAfghanistanNATOBleona QeretiFamiljan GriffinSpanskt málGanaJarðskjálvtin í Sendai 2011N7. januarLynn AndersonVjetnamInternetAntarktis2. apríl26. november23. marsTýskt málBrasilHansina IversenKasakstan14. septemberFrederiksbergÍrskt málHM í fótbólti fyri feløgAlgeria13. juniTíðarfestingFyrri veraldarbardagiRebekka Fuglø19. septemberForsemölla334Dima BilanÚtbúgvingEdmund JoensenEysturoyartunnilinAnna S. ÞorvaldsdóttirSálomonoyggjarnarKim LarsenKÍ (kvinnur)Bradley CooperJóhannes DoyparinNorskt málFøroysk landafrøðiLívið við LouieGeorgia (land)Danskt málGasageirinVestanstevnaPotsdamJosé de San MartínEvraJóhanna Maria Skylv HansenEvnafrøði🡆 More