Laos

Laos er eitt lýðveldi í Asia.

ສາທາລະນະລັດ ປະຊາທິປະໄຕ ປະຊາຊົນລາວ
Sathalanalat Paxathipatai Paxaxôn Lao
Flagg Laos
(Flagg Laos)
Skjaldarmerki Laos
(Skjaldarmerki Laos)
Tjóðarslagorð: Santiphap, Ekalat, Paxathipatai, Ekaphap, Vatthanathavon
Tjóðsangur: Pheng Xat Lao
Laos
Alment mál Laoskt
Høvuðsstaður Vientiane
Forseti Thongloun Sisoulith
Forsætisráðharri Sonexay Siphandone
Fullveldi 22. oktober 1953 (frá Frakland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
236.800 km²
2 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2022
 - tættleiki
 
7.749.595
26.7/km²
Gjaldoyra Kip (LAK)
Tíðarøki UTC +7
Økisnavn á alnetinum .la
Telefonkota +856

Høvuðsstaður er Vientiane. Laos er kommunistiskt ríki og er av fátækastu og avbyrgdastu londum í heiminum. Tríggir fjórðingar av fólkinum eru bøndur, og flestu teirra dyrka ikki meira enn til dagligt breyð. Í Mekongdali er fruktagott, men hálendið er berligt og ónýtiligt sum landbúnaðarjørð. Men nógv gull og onnur steinsløg eru í Laos; eisini er nógvur skógur, og kaffi verður dyrkað. Hmongfólkið og onnur fólkasløg hava í øldir livað fyri seg sjálvi í fjarskotna hálendinum í Laos. Tey dyrka mais og rís til matna og dreymsóljuna, sum tey selja. Men drúgvu kríggini á hesum leiðum tóku lutvíst grundarlagið undan hesum gamla lívshátti, og mong hmongfólk eru rýmd av landinum. Stórsligna Vinabrúgvin um Mekongá, stutt frá høvuðsstaðnum Vientiane, varð latin upp í 1994. Í 2007 læt Onnur Vinabrúgvin upp. Laos er avbyrgt frá havinum – hevur onga strond. Brúgvarnar eru einasta beinleiðis samband við Tailand og havnabýirnar har.

Lao Airlines er almenna flogfelagið í Laos. Tað var stovnað í 1976 og eigur 14 flogfør. Felagið flýgur innanríkisrutur og altjóða rutur til Kina, Kambodja, Tailands, Vietnam og Singapor.


Wiki FøroysktWiki Commons logo
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

AsiaGullHøvuðsstaðurKaffiKommunismaMaisRísTailand

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Bjørt SamuelsenRegin JacobsenSummar200 (rokkbólkur)Bjarni Kárason PetersenMowi1618ISO 860120241716534FótbólturKunoy1033Óðinshani20041700-árini385Karl Martin SamuelsenAlgeriaGongustjørnurBergtóra HanusardóttirMiami19332. áratúsund1908Fólkaræðiliga Lýðveldið KongoFaðir várWikiMjólk.coFranz Kafka1864DelhiEinahandilFrændurHTMLManchester City F.C.OyggjMaudlandSjórænararZara LarssonRadiumFilmurFøroysk Wikipedia20. aprílValéry Giscard d'EstaingLøgregla.axRumenskt mál161Sámal SollLandsynningsásia30. maiEtiopia.dkKonservatismaMarie CurieMarco van BastenVíkingur 200823. februarAlbert EinsteinRósuhjálpirótListasavn FøroyaCharles Bukowski13151755🡆 More