Borneo

Borneo er heimsins triðstørsta oyggj, næst eftir Grønlandi og Ný Guinea.

Borneo fevnir um eitt øki á 736.000 km² og er býtt sundur millum londini Malaisia, Brunei og Indonesia. Borneo liggur norðanfyri Java, vestanfyri Sulawesi, og eystanfyri Sumatra. Umleið 73% av oynni er indonesiskt. Har norðuri á oynni er eitt malaysiskt øki ið fevnir um umleið 26% av oynni, har eru tey Eystur Malaysisku stakríkini Sabah og Sarawak. Harafturat hoyrir oyggin Labuan, ið liggur nærindis Borneo, til Malaysia. Á norður Borneo liggur eitt sjálvstøðugt ríki, Brunei, ið fevnir um 1% av víddini av oynni Borneo.

Borneo
Kalimantan
Borneo
Staðfrøði í Borneo
Jarðfrøði
Staður Landsynningsásia
Koordinatar 01°N 114°E / 1°N 114°E / 1; 114 114°E / 1°N 114°E / 1; 114
Oyggjabólkur Greater Sunda Islands
Vídd 743.330 km2 (287.000 sq mi)
Vídd-nr. 3
Hægsta upphevjan 4.095 m (13.435 ft)
Hægsta punkt Kinabalu
Land
Umdømi Belait
Brunei og Muara
Temburong
Tutong
Landslutir Vestur Kalimantan
Mið Kalimantan
Suður Kalimantan
Eystur Kalimantan
Norður Kalimantan
Lutstatir og samveldisøki Sabah
Sarawak
Labuan
Fólkafrøði
Fólkatal 19,804,064 (pr. 2010)
Tættleiki 21,52 /km2 (55,74 /sq mi)
Etniskir bólkar Kadazan-Dusun, Murut, Rungus-Momogun, Dayak, Bruneian Malay, kinesarar, Banjar, Javanesarar

Søga

Seinna Heimskríggj

Undir Seinna heimsbardaga, fingu japanskar herdeildir valdið yvir Borneo og hersettu oynna frá 1941 til 1945. Teir týndu mong av teimum lokalu og drupu elituna av malajfólkinum, avrættaðu alla Malay sultan familjuna frá Kalimantan í álopunum á Pontianak. Sultanurin Muhammad Ibrahim Shafi ud-din II av Sambas í Kalimantan varð avrættaður í 1944. Sultanatið varð síðan avtikið og í staðin kom eitt japanskt ráð. Undir japonsku hersetingini, spældi Dayak ein leiklut í uppreistrarstríðnum móti hersetingarvaldinum, serliga í Kapit Division. Sameindar deildir frá Z Special Unit veittu teimum stuðul. Eftir at Singapor fall, sendu japanar fleiri túsund bretskir og avstralskir krígsfangar til fangalegur á Borneo. Á einari av teimum ringastu, kring Sandakan í Borneo, yvirlivdu bara seks av umleið 2.500 krígsfangum.

Størstu býir

Niðanfyri sæst ein listi yvir 20 av størstu býunum á Borneo eftir fólkatali, grundað á 2010 fólkateljingina fyri Indonesia og 2010 fólkateljingina fyri Malaysia.

Borneo 
Borneo 
Samarinda
Borneo 
Banjarmasin
Borneo 
Kuching
Borneo 
Balikpapan
Borneo 
Pontianak
Borneo 
Kota Kinabalu
Borneo 
Tawau
Borneo 
Sandakan
Borneo 
Miri
Borneo 
Bandar Seri Begawan
Borneo 
sarikei
Staðseting av 10 av størstu býunum á Borneo
Nr. Býur Fólkatal Tættleiki (/km2) Land
1 Samarinda, Eystur Kalimantan 727,500 929 Indonesia
2 Banjarmasin, Suður Kalimantan 625,481 8,687 Indonesia
3 Kuching, Sarawak 617,886 332 Malaysia
4 Balikpapan, Eystur Kalimantan 557,579 1,058 Indonesia
5 Pontianak, Vestur Kalimantan 554,764 5,146 Indonesia
6 Kota Kinabalu, Sabah 462,963 1,319 Malaysia
7 Tawau, Sabah 412,375 67 Malaysia
8 Sandakan, Sabah 409,056 181 Malaysia
9 Miri, Sarawak 300,543 64 Malaysia
10 Bandar Seri Begawan 300,000 490 Brunei
11 Sibu, Sarawak 247,995 111 Malaysia
12 Palangkaraya, Central Kalimantan 220,962 92 Indonesia
13 Lahad Datu, Sabah 206,861 28 Malaysia
14 Banjarbaru, South Kalimantan 199,627 538 Indonesia
15 Tarakan, Norður Kalimantan 193,370 771 Indonesia
16 Bintulu, Sarawak 189,146 26 Malaysia
17 Singkawang, Vestur Kalimantan 186,462 370 Indonesia
18 Keningau, Sabah 177,735 50 Malaysia
19 Bontang, Eystur Kalimantan 143,683 353 Indonesia
20 Victoria, Labuan 85,272 950 Malaysia

Keldur

Tags:

Borneo SøgaBorneo Størstu býirBorneo KeldurBorneoBruneiGrønlandIndonesiaMalaisiaNý Guinea

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Luksemburg28. desemberSjónvarp Føroya9. marsGongustjørnur1890200 (rokkbólkur)12. februarHvítravnurMarianna Debes DahlColumbusSvøríkiÁsarveldiniSagnorðKiliKetturUNESCOMarlene DietrichAlgeria1452KanadaManganPakistanKubaOpið innihaldTíðarsonurTelefonlandakoturHBBenin CityKappróðrar úrslitSvalbarðAlmenn ognTórshavnBelgiaSúla30. marsMissouri4. augustStrandfaraskip LandsinsFríðrikur PetersenAndrass SamuelsenEysturríkska fótbóltslandsliðiðBruttotjóðarúrtøka13. augustSkjaldarmerki17. juni2014FótbólturJens Olivur LisbergEginteldurPáskirOsianiaMiðøldinFøroyskt mál1. juliKannabisMagnus JákupssonBorussia DortmundEysturoy9. augustMount EverestOktoberMattias KapnasAvstraliaFranska KollveltinginLjóðfrøðiJames GandolfiniSkeiðbundna skipaninVenesiaKjadLitavaVága floghavn🡆 More