Senegal

Tjóðveldið Senegal (alment franskt heiti République du Sénégal) er eitt land í Vesturafrika.

République du Sénégal
Tjóðveldið Senegal
Flagg Senegal
(Flagg Senegal)
Skjaldarmerki Senegal
(Skjaldarmerki Senegal)
Tjóðarslagorð: "Un Peuple, Un But, Une Foi"
Tjóðsangur: "Pincez Tous vos Koras, Frappez les Balafons"
Senegal
Alment mál Franskt, Viðurkend regional mál: Wolof, Soninke, Serer, Fula, Maninka, Jola
Høvuðsstaður Dakar
Forseti Bassirou Diomaye Faye
Forsætisráðharri Ousmane Sonko
Fullveldi 20. august 1960
(frá Mali)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
196,723 km²
2.1 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2023
 - tættleiki
 
18 384 660
93.3/km²
Gjaldoyra CFA Frankur
Tíðarøki UTC 0
Økisnavn á alnetinum .sn
Telefonkota +221

Í norðri hevur Senegal mark við Móritania, í eystri við Mali, og í suðri við Guinea-Bissau og Guinea. Gambia liggur inni í landinum. Landið er 94 % muslimskt . Fólkatalið var 12 969 606 við ársbyrjan 2012. Franskt er almenna málið í Senegal . Miðallívsævin í landinum er 60,18 og 60,7 % av fólkinum eru ikki lesifør . 14,5 % av fólkinum er arbeiðsleys. Høvuðsstaðurin eitur Dakar.

Søga

Al-Hadj Umar (1797-1864) var lærdur muslimur úr Futa Toro, sum var miðskeiðis við Senegalá. Í Futa Jalon, tætt við kelduna, har Nigerá tekur við, fór hann upp í Tijaniyya-brøðrafelagsskapin og fór pílagrímsferð til Mekka í Saudiarábia. Hann var burtur í mong ár. Á veg heimaftur gav hann gætur eftir ábótunum, sum Mohammed Ali gjørdi í Egyptalandi, hóast evropear vóru ímóti tí. Í Sokoto kannaði hann frá 1821 til 1837 ávirkana av fulani jihad, ella heilaga krígnum, sum hevði verið stutt frammanundan. Í 1840 kom hann aftur til Futa Jalon sannførdur um, at hann átti at stovna sítt egna muslimska ríki. Við vápnum, hann keypti frá fronskum keypmonnum, sigraði hann á heidnum valdsharrum ímillum ovara part av Senegal. Síðan kom hann í bardaga við fraklendingar í Senegaldali, og í 1862 vann hann á Hamdallahi kalifatinum í Masina. Herdeildir hansara lupu so á Timbuktu, men har fingu tær harða mótstøðu, og í 1864 varð Al-Hadj Uman dripin.

Politikkur

Senegal avtók deyðarevsing í 2004 .

Landafrøði

Lívligi høvuðsstaðurin í Senegal, Dakar, er bygdur á einum grýtutum nesi; nesið er vestasti landoddi í Afrika. Hesin týdningarmikli havnabýur var einaferð høvuðsstaður í Franska Vesturafrika, og har eru enn mong prýðilig hús úr hjálandatíðini. Á gøtunum í Dakar sæst nú á døgum stór armóð síð um síð við dýrar matstovur og nýggj gistingarhús.

Búskapur

Senegal er ríkt land, borið saman við hini londini her um leiðir . Tað er mest tí, at høvuðsstaðurin í Franska Vesturafrika var her, og Senegal hevur enn nógv samband við Frakland. Stóra Senegalá hevur alstóran týdning fyri meginpartin av landinum. Tá ið áin veksur í regntíðini, taðar runan lendið, sum stendur undir í vatni, so at har fruktar ógvuliga væl. Vøkru sandstrendurnar við pálmatrøum hava gjørt, at ferðavinnan er vorðin týdningarmikil vinna.

Tríggir fjórðingar av fólkinum í Senegal arbeiða í landbúnaðinum. Fyri norðan eru korn, til dømis hirsa, durra og jarðnøtir, týdningarmesta grøðin; jarðnøtir verða dyrkaðar til útflutnings. Fyri sunnan dyrka tey mest rís, tí at har er meiri avfall. Áður var nærum helvtin av allari búnaðarjørðini nýtt at dyrka jarðnøtir í, men nú er fiskur um at gerast størsta útflutningsvøran. Enn er vanligt, at útróðrarmenn fara til útróðrar í bátum, sum eru gjørdir úr holaðum viðarbulum. Hetta elligamla far verður nevnt piroga.

Fólkið

Her eru mong fólksløg, til dømis woloffólkið og mandinkafólkið, og mangir fraklendingar búgva eisini her . Her eru eisini fleiri átrúnaðir - islam síð sum síð við afrikanskar átrúnaðir.

Mentan

Í øldir hevur Senegal átt dýran og livandi mentanararv av mannamunni. Søguligar hendingar og tilburðir og frásagnir úr gerandislívinum eru borin ætt eftir ætt í frásøgnum, yrkingum og sangi. Í Senegal eru fólk, nevnd griot, sum fara bygd úr bygd at syngja og siga frá. Eitt av mongu, gomlu ljóðførunum, leikt verður á, er til dømis kora.

Myndasavn

Keldur

Wiki FøroysktSenegal 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið


Tags:

Senegal NavnauppruniSenegal SøgaSenegal PolitikkurSenegal LandafrøðiSenegal BúskapurSenegal FólkiðSenegal MentanSenegal MyndasavnSenegal KeldurSenegal2012AfrikaFranskt málGambiaGuineaGuinea-BissauIslamMaliMiðallívsæviMálMóritania

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

FraklandRólandskvæðiNoreg1902HjúnabandFólkakirkjanRumenskt málFall (mállæra)Hjarnar1939HalmstadBloggurNapoleon BonaparteÍrland (land)MontserratBrandenburg64080069720. februarBruttotjóðarúrtøka1712KirundiOpið innihaldFrozen (2013 filmur)Føroyskt málAlpurnarISO 8601Søren PilmarkFongsulMen lívið lær19161933ErlendurNorðurstreymoyKommunur í FøroyumSan AntonioZara LarssonJødarBarbie (filmur)Núverandi hendingarSámoaDaniel Jacob Danielsen200719. januarKina28. februarErievatnMarsDunnuvíkAmtmansborginBruneiTaylor Swift27. august10. august7. aprílKongaørnSalvador DalíÓðinshaniFuglar í FøroyumNiláJógvan á Lakjuni.coZ183316. juliNashvilleFosfor🡆 More