Kaspiska havið er 26 m.
lægri enn Atlantshavið og dýpist ikki, hóast Volga og aðrar stórar áir renna út í tað. Hetta kemur av, at eins nógv vatn guvar úr tí og tað, sum rennur í tað, tí hitin er so mikil har á leiðini. Vatnið verður kallað hav, tí tað er salt. Saltið kemur við áunum og guvar ikki burtur saman við vatninum. Fleiri vøtn eru eins sølt og saltari enn Kaspiska havið. Tey eru bert har, sum veðurlagið er sera turt. Á hvørjum vetri liggur tjúkkur ísur á norðara parti av havinum. Tá dámar t.d. kópunum at bólta sær á ísinum. Har er ov mikið at liva av hjá teimum, tí havið er eitt tað fiskaríkasta í heiminum. Fleiri túsund bátar liggja við Volgaósan og fiska laks, sild, stør og annan fisk, sum har er ørgrynni av. Í januar mánað stendur størurin á høvdinum undir ísinum og svevur. Hann kann verða 9 m. langur og vigar tá 1400 kg. Hann verður dúgliga veiddur, um veturin við króki og um summarið við garni. Fiskurin er vælsmakkandi, rognið verður kallað kaviar.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Kaspiska havið, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.