Connecticut

Connecticut (enskt: State of Connecticut) er stakríki í Nýonglandi, í landnyrðingspartinum av Sambandsríkinum Amerika.

Her búgva umleið 3,5 mió. fólk. Connecticut er eitt av minstu stakríkunum í USA og tað næstminsta í Nýonglandi. Einans Rhode Island er minni. Høvuðsstaðurin í Connecticut kallast Hartford og størsti býurin er Bridgeport. Eyknevni er Stjórnarskipansstaturin (enskt: Constitution State).

Connecticut
Connecticut
Flagg Skjøldur
Connecticut
Connecticut
Connecticut
Land: Connecticut USA
Alment mál: einki (enskt de facto)
Høvuðsstaður: Hartford
Størsti býur: Bridgeport
Innlimað: 9. januar 1788
Guvernørur: Ned Lamont (D)
Vídd: 14,357 km²
Íbúgvar (2010): 3 574 097
fyri km²: 249/km²
Tíðarzona: UTC -5/-4
Heimasíða: www.ct.gov

Søga

Umleið 1640 komu fyrstu niðursetufólkini til landslutin Connecticut. Hetta vóru fólk, sum vóru flutt úr Bretlandi til USA fyri at finna eitt stað, har tey kundu stovnseta og byggja upp eitt reint kristið samfelag. Í 1788 bleiv Connecticut lutstatur í USA. Í dag búgva 3,4 mió. fólk í Connecticut og átrúnaðarliga myndin er sera sprøklut. Connecticut er eisini eitt av ríkastu stakríkum í USA.

Landafrøði

Connecticut er eitt lítið stakríki á eysturstrondini í Ný Onglandi við Atlantshav. Tað hevur mark við Massachusetts í norðri, við Rhode Island í eystri, og við New York í vestri. Í suðri liggur Atlantshavið. Connecticut er eitt av minstu londunum í USA, men har búgva umleið 3,5 mió. fólk. Montana er til dømis meiri enn 10 ferðir so stór sum Connecticut, men har búgva færri fólk (uml. 1 mió.). Fólkatættleikin á 285/km2 er hægri enn í flestu amerikonsku statunum. Tann stóra áin Connecticutá sker stakríkið í tvíningar. Størsta vatnið í Connecticut er í Litchfield- og Fairfield County. Tað verður nevnt Candlewood Lake. Størsti havnabýur er Bridgeport á eysturstrondini við Atlantshav. Hartford er høvuðsstaður og aðrir stórir býir eru New Haven, Stamford, Waterbury, Norwalk, Danbury, New Britain, Greenwich og Bristol. Samlaða støddin er 14,357 km2. Víddin er næstan tann sama sum hjá Montenegro (13,812 km2). Mount Frissell er hægsta fjall í statinum - 725 m.

Størstu býir

Teir 10 størstu býirnir í Connecticut eftir íbúgvatali vóru í 2018 hesir:

  • Bridgeport - 144 900
  • New Haven - 130 418
  • Stamford - 129 775
  • Hartford - 122 587
  • Waterbury - 108 093
  • Norwalk - 89 047
  • Danbury - 84 730
  • New Britain - 72 453
  • Bristol - 60 032
  • Meriden - 59 540

Myndir

Sí eisini

Slóðir úteftir

Wiki FøroysktConnecticut 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Keldur

Tags:

Connecticut SøgaConnecticut LandafrøðiConnecticut Størstu býirConnecticut MyndirConnecticut Sí eisiniConnecticut Slóðir úteftirConnecticut KeldurConnecticutBridgeportEnskt málHartfordHøvuðsstaðurNýonglandRhode IslandUSA

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

ClickhazeRosa ParksTeldur1892Te-orrustan í Boston120072SuðurkoreaKalviBulgarskt málRosenborg BKBeatrix av NiðurlondumPóllandKleopatraMahatma GandhiMarie AntoinetteKroatiaSøgaEdinburghTváttarbjørn39 f.Kr.Prestagjøld í FøroyumFólkaflytingatíðin800Hernaðarliga verjanSan Francisco20048. septemberClaudio MonteverdiFøroya Studentaskúli og HF SkeiðSuper Mario4Føroysk mentanMars1290-áriniFólkaræðiGrikskt málNiðursetubygdMóritiusKTróndur PaturssonJohann Wolfgang von GoetheISBNNew York CityHeðin Lisberg OlsenLikkaEcce Homo (Elías García Martínez)LaosCarl Friedrich GaussBýflugubíturWikimediaHans Jacob JacobsenWilliam ShakespeareEBlankskáliHM í fótbólti 2014🡆 More