Slovenia

Slovenia er lýðveldi í Miðevropa.

Republika Slovenija
Flagg
(Flagg )
Skjaldarmerki
(Skjaldarmerki )
Tjóðarslagorð:
Tjóðsangur: Zdravljica
Slovenia
Alment mál Slovenskt, Italskt, Ungarskt
Høvuðsstaður Ljubljana
Forseti Nataša Pirc Musar
Forsætisráðharri Robert Golob
Fullveldi Frá Jugoslavia 25. juni 1991
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
20 273 km²
0,6
Íbúgvar
 - tilsamans 2012
 - tættleiki
 
2 057 660
99/km²
Gjaldoyra Evro
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .si
Telefonkota +386

Í vestri hevur Slovenia mark við Italia, í norðri við Eysturríki, í eystri við Ungarn og í suðri við Kroatia.

Landafrøði

Høvuðsgrein: Slovensk landafrøði

Slovenia 
Hægsta fjall í landinum, ið kallast Triglav, er 2864 metrar høgt.
Slovenia 
Áin Soča, sum eitur Isonzo í Italia, rennur suður ígjøgnum fjallalendi fram við markinum millum Slovenia og Italia.

Fjallalandið Slovenia er í útnyrðingspartinum á Balkan, millum Alpurnar og Adriahavið.

Vakra landslagið við høgum fjøllum, vøtnum og skógum dregur mong ferðafólk. Alpurnar eru suður í Norðurslovenia. Her eru høg fjøll og djúpir, avbyrgdir dalar. Smáir býir og smáar bygdir við smølum krókutum vegum og timburhúsum eru í dølum og líðum, har ikki er árent fyri skalvi og omanlopi. Av tí at so ringt er at koma fram í hesum kavatakta og bratta lendi, vórðu hesi búpláss mestsum avbyrgd í øldir, men nú á døgum eru tey ímillum best umtóktu ferðamannastøð í Slovenia.

Størsta áin í Slovenia eitur Sava. Hon rennur úr norðara parti í ein landsynning ígjøgnum landið út móti Kroatia og Donaudalinum. Aðrar kendar áir eru Soča (hon rennur tætt við markið til Italia og eitur Isonzo á italskum), Drava og Mura.

Mesta fólkið í Slovenia býr í smáum býum ella í mongu bygdunum, ið eru um alt landið. Um 300.000 fólk búgva í høvuðsstaðnum Ljubljana - hann er næstminsti høvuðsstaður í Evropa.

Býir í Slovenia

Slovenskir býir við fleiri enn 20 túsund íbúgvum í 2011.

  • Ljubljana (272.220)
  • Maribor (95.171)
  • Celje (37.520)
  • Kranj (36.874)
  • Velenje (25.456)
  • Koper (24.996)
  • Novo Mesto (23.341)

Mentan

Høvuðsgrein: Slovensk mentan

Hóast slovenar vóru undir eysturríkarum í nærum túsund ár, hava teir varðveitt mentan sína og mál sítt, sum hoyrir til slavisku málini. Litføgur klæði við baldýraðum mynstrum og eitt sjáldsamt høvuðklæði eru partur av mentan teirra.

Søga

Høvuðsgrein: Slovensk søga

Eftir at hava staðið undir Eysturríki og síðan verið samveldisríki í Jugoslavia, gjørdist landið frælst í 1991.

Búskapur

Høvuðsgrein: Slovenskur búskapur

Kríggið í gomlu samveldislondunum er farið illa við búskapinum, helst í ferðavinnuni. Stórir skógir eru í Slovenia: haðan fæst viður til saguløð og pappírsverksmiðjur. Seinastu árini hava slovenar fingið nógvar vesturevropeiskar fyritøkur at loyvt slovenum at byggja verksmiðjur, sum gera til dømis bilar, trukkar, mortorsúkklur og køliskáp í verksmiðjum í Slovenia.

Politikkur

Høvuðsgrein: Slovenskur politikkur

Hygg eisini at

Ávisingar úteftir

Wiki FøroysktSlovenia 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

15°03′00″E / 46.15000°N 15.05000°E / 46.15000; 15.05000

Tags:

Slovenia LandafrøðiSlovenia MentanSlovenia SøgaSlovenia BúskapurSlovenia PolitikkurSlovenia Hygg eisini atSlovenia Ávisingar úteftirSloveniaEvropaEysturríkiItaliaKroatiaUngarn

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Grímur Kamban20191979Fíggingargrunnurin frá 1992Grønland1892Elsti føroyingurBárður á Steig Nielsen4. januarLøgtingsvalLikkaFólkatrúgvVágurFøroya ArbeiðarafelagPlanet AwardsMoldovaJohannes VermeerTinThe New York TimesBostonTina TurnerTýskt málTýsklandHargabrøðurnirRonald ReaganInternetOrðaflokkur1860TinganestSaudiarabiaHannah MontanaTaivanMichael JacksonBauhausVenceslaus Ulricus HammershaimbNobelvirðislønin í bókmentumBjarni Kárason PetersenMeksikoMerkiðPeter FondaTalvHeimamúsTrælurKubaGuatemalaGanaNes, VágurAlbert EinsteinNorðuramerikaLøgreglaAlmenn ogn24. aprílTórshavnar kommunaZ8. marsItaliaMahatma Gandhi1904Eg vil elska, eg vil livaFranz Beckenbauer1909Ungarn198512. maiStøddfrøðiSólskipaninGeorge Michael🡆 More