Slovakia

Slovakia (slovakiskt: Slovensko ella Slovenská republika) er eitt lýðveldi í Miðevropa.

Slovenská republika
Flagg Slovakia
(Flagg Slovakia)
Skjaldarmerki Slovakia
(Skjaldarmerki Slovakia)
Tjóðarslagorð:
Tjóðsangur: Nad Tatrou sa blýska
Slovakia
Alment mál Slovakiskt
Høvuðsstaður Bratislava
Forseti Zuzana Čaputová
Forsætisráðharri Robert Fico
Fullveldi Eftir sundurbýtingina av Kekkoslovakia 1. januar 1993
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
49 035 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2012
 - tættleiki
 
5 410 836
111/km²
Gjaldoyra Evra
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .sk
Telefonkota +421

Í útnyrðing hevur Slovakia mark við Kekkia, í norðri við Pólland, í eystri við Ukraina, í suðri við Ungarn og í útsynning við Eysturríki.

Landafrøði

Slovakia 
Kavakløddu Tatrafjøllini
Slovakia 
Gerlachovský štít - hægsta fjall í Slovakia.

Slovakia liggur millum breiddarstigini 47° and 50° N, and longdarstigini 16° og 23° E. Tað slovakiska landslagið er serliga kent fyri tað fjallaríki náttúruna við Karpatafjøllunum, sum strekkja seg tvørtur um alt landið og fevnir um tað mesta av norðara partinum av Slovakia. Í hesum høgu fjøllum eru fjallatindarnir Fatra-Tatra (harímillum eru Tatrafjøllini, stóru Fatra-fjøll og lítlu Fatra-fjøll), slovakisku Ore-fjøllini, slovakisku míðfjøllini ella Beskids.

Hægstu fjøllini standa norðuri í landinum, í Karpatafjøllunum tætt við markið til Pólland. Teir hægstu tindarnir eru Gerlachovský štít (2.655 m) og Kriváň (2494m).

Tað lægsta láglendi er tað fruktagóða láglendi í útsynningshorninum av landinum, sum kallast Donau-slættin (slovakiskt: Podunajská rovina). Síðan kemur eystara slovakiska láglendi í ein landssynning.

Søga

Slovakia, sum vit kenna tað í dag, er í veruleikanum annað landið, ið hevur borið hetta navn. Fyrsta landið var Fyrsta slovakiska lýðveldið (Prvá slovenská republika), ið var til undir seinna heimsbardaga.

Mentan

Folk siðvenja hevur sterkar røtur í Slovakia og sæst aftur í bókmentum, tónleiki, dansi og arkitekturi. Eitt dømi um hetta er tann slovakiski tjóðsangurin "Nad Tatrou sa blýska", sum hevur røtur í einum fólkatónleikalagi frá "Kopala studienku" mentanini.

Búskapur

Politikkur

Slovakia er eitt demokratiskt lýðveldi við parlamentariskari fleirflokkaskipan. Seinasta parlamentsvalið var í mars 2012, og seinasta forsetavalið var í apríl 2009.

Fyrisitingarligt býti

Slovakia er býtt sundur í 8 regiónir (slovakiskt: kraj, fleirtal kraje). Hesar eru uppkallaðar eftir høvuðssætinum í regiónini. Regiónirnar hava síðan 2002 í ávísan mun havt sjálvstýri.

Slovakia 
Regiónirnar í Slovakia
  1. Bratislava-regiónin (Bratislavský kraj), høvuðsstaður Bratislava
  2. Trnava-regiónin (Trnavský kraj), høvuðsbýur Trnava
  3. Trenčín-regiónin (Trenčiansky kraj), høvuðsbýur Trenčín
  4. Nitra-regiónin (Nitriansky kraj), høvuðsbýur Nitra
  5. Žilina-regiónin (Žilinský kraj), høvuðsbýur Žilina
  6. Banská Bystrica-regiónin (Banskobystrický kraj), høvuðsbýur Banská Bystrica
  7. Prešov-regiónin (Prešovský kraj), høvuðsbýur Prešov
  8. Košice-regiónin (Košický kraj), høvuðsbýur Košice

Regiónirnar eru býttar sundur í fleiri smærri distriktir og kommunur. Tað eru tilsamans 79 distriktir í Slovakia.

Hygg eisini at

Ávisingar úteftir

Wiki FøroysktSlovakia 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Slovakia LandafrøðiSlovakia SøgaSlovakia MentanSlovakia BúskapurSlovakia PolitikkurSlovakia Hygg eisini atSlovakia Ávisingar úteftirSlovakiaEvropaEysturríkiKekkiaPóllandSlovakiskt málUkrainaUngarn

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

HM fótbólturMontenegroFlaggdagar í FøroyumSambiaLundiLívfrøðiEyvindur MohrTrygging19231981FlaggdagurRio de JaneiroSierra LeonaNew York12. februarPostnummur í FøroyumHolokaustLandbúnaðurRonald ReaganInternetÆtlanarbúskapurAlan JacksonMattias KapnasKiliPakistanAðalfundur Sameindu TjóðaSameindu TjóðirJulius CæsarFjøll í FøroyumTrygdarráð STTollaksmessaJútland1. mars13. augustGoogle17. juniIbadanSnjóhvíta og teir sjey dvørgarnir (1937 filmur)James GandolfiniUSA19. januarÚtvarp FøroyaSosialir miðlarSovjetsamveldiðVenusHvalbaStrandfaraskip LandsinsTelefonlandakoturBulgaria1896Hernaðarliga verjanÁrni Dahl19. august5. septemberVilhelm IV av StórabretlandiIndonesiaJapanShia Islam20. novemberBardagin í MannafalsdaliTunlar í FøroyumTvøroyrar BóltfelagKonservatismaVágur17. maiLinköpingAndrass SamuelsenMark CavendishOregonWikimedia🡆 More