Litava

Litava (Litaviskt: Lietuva) er lýðveldi í Miðevropa.

Lietuvos Respublika
Flagg Litava
(Flagg Litava)
Skjaldarmerki Litava
(Skjaldarmerki Litava)
Tjóðarslagorð: "Tautos jėga vienybėje"
Tjóðsangur: "Tautiška Giesmė"
Litava
Alment mál Litaviskt
Høvuðsstaður Vilnius
Forseti Gitanas Nausėda
Forsætisráðharri Ingrida Šimonytė
Fullveldi 1990
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
65 300 km²
1,35 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
2 944 459
46/km²
Gjaldoyra euro
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .lt
Telefonkota +370

Litava hevur mark við Eystrasalt, Russland (Kaliningrad) og Lettland í norðri, Pólland í vestri, og Hvítarussland. Litava mørkini eru, kanska meiri enn onnur evropeisk, broytt óteljandi ferðir í søguni. Litava skilur seg á mangan hátt frá hinum báðum Baltalondunum. Meginparturin av fólkinum er litavar; í Estlandi og Lettlandi er rættiliga stórur partur av fólkinum tilfluttir russarar. Mesta fólkið býr eisini inni í landinum - har høvuðsstaðurin, Vilnius, eisini er - og ikki við strendurnar. Triðja, sum víkur frá, er fruktagóða jørðin. Litava var fyrsta landið í fyrrverandi Sovjetsamveldinum, sum tók loysing, og síðan hevur Litava leita vestureftir. Litava er limur í bæði NATO, ES og ST. Litava gekk soleiðis á odda fyri at koma burturúr Sovjetsamveldinum, og tað kostaði eisini eitt hart stríð við stjórnina í Moskva, sum eisini royndi at brúka vald at steðga loysingarroyndini.

Litava
Vilnius.

Búskapur

Litava er eitt land í vøkstri og við nógvum møguleikum, og landið hevur ment seg til at hava ein opnan marknaðarbúskap. Litava hevði ætlað at gerast partur av evra-samstarvinum í ES í 2007, men orsaka av ov høgari inflatión, sleppur Litava ikki við enn .

Landbúnaðurin hevur stóran týdning fyri litavska búskapin.

Hygg eisini at

Ávisingar úteftir

Wiki FøroysktLitava 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Baltisku londiniESEstlandEystrasaltHvítarusslandKaliningradLettlandLitaviskt málMiðevropaMoskvaNATOPóllandRusslandSTSovjetsamveldiðVesturheimurinVilnius

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Miðafrikalýðveldið.gl170-árini1890Rumenskt mál1315KabulFlaggdagurFilipsoyggjar1923Bergtóra HanusardóttirValéry Giscard d'EstaingJødar29. marsKnoxville, TennesseeSwangah2018AlgeriaTeknirøð2HvítingurOyggjar í FøroyumJallurinSan Marino27. augustBjørt Samuelsen2020-áriniGeorg III av StórabretlandiJon FosseSebraNorskahaviðSeinni heimsbardagi11. øld875VenusOntarioHúsavíkMarius Ziska427JólAlisfrøðiHoyvíkDunnaldur DunnaRussland28. mars20051990-áriniBarbaraLuksemborg534RumeniaDiamantarÓlavsøkaVancouverVirgil van DijkFøroysk landafrøðiSkúvoySkotskt whisky918FraklandSøren PilmarkFøroyska stavraðið31. maiMalta200 (rokkbólkur)Ron DeSantis🡆 More