Es-Kommissiónin

ES-Kommissiónin ella Evropakommissiónin kann kallast “stjórnin” í ES.

Hon umboðar ES yvirskipað, og skal ikki taka tjóðskaparlig atlit. Teir 27 kommisserarnir eru ikki valdir, men útnevndir av limalondunum. Tað er í ES-kommissiónini, at ES-lóggávan byrjar. Hetta er tann valdsmesti og størsti stovnurin við 25.000 fólkum í starvi. Kommissiónin hevur initiativrættin - tað merkir, at bara hon hevur rætt at seta fram uppskot um nýggja ES-lóggávu. Síðani skal henda lóggáva góðkennast og tillagast av Evropatinginum og ES-Ráðnum. Hvørt land hevur sín kommisser, og áðrenn eitt uppskot verður sent til Ráðið og Tingið, skal meirilutin av teimum 27 kommisserunum siga gott fyri tí. Kommiserarnir eiga ikki at umboða sítt egna limaland, men arbeiða fyri alt ES sum heild, og tí átti tað í prinsippinum ikki at gjørt nakran um, um eitt land sleppur at velja ein kommisser ella ikki. Kommiserarnir eiga ikki at umboða sítt egna limaland, men arbeiða fyri alt ES sum heild, og tí átti tað í prinsippinum ikki at gjørt nakran um, um eitt land sleppur at velja ein kommisser ella ikki. Tá stjórnin í einum landi hevur útnevnt ein persón, so kemst neyvan uttan um, at hetta ávirkar loyalitetin hjá viðkomandi. Tann sannroynd, at øll kenna best til viðurskiftini í egnum landi, hevur eisini týdning. Og at kommisserar ofta eru virknir politikarar, sum eisini ætla sær eina politiska yrkisleið í heimlandinum tá tíðin í Kommissiónini er av (sum t.d. danski kommisserurin Ritt Bjerregaard er dømi um), ger helst eisini, at heimlandið mangan er frammarlaga í huganum.

Es-Kommissiónin
ES-Kommissiónin

Í 2014 verður talið á kommisserum eftir ætlan lækkað, so bert 2/3 av londunum hava egnan kommisser í senn. Tað kann broyta støðuna. Fyri tað fyrsta fær hvør kommisserur tá størri ábyrgd, størri fokus verður á hvønn einstakan – og limalond, sum ikki eru umboðað beinleiðis í Kommissiónini, fara helst at vera meira kritisk mótvegis kommisserum, sum eru undir illgruna um at taka tjóðskaparlig áhugamál fram um heildina.

Wiki FøroysktWiki Commons logo
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

ESES-RáðiðEvropatingiðRitt Bjerregaard

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

SvøríkiLívið við LouieHenry KissingerAtopiskt eksemRumenskt málPostnummur í Føroyum9. marsPol Pot201911. septemberKalda kríggiðTórshavn23. marsPitcairnYahya HassanConway Twitty11. desemberJóhannes DoyparinDávur DjurhuusKaribiaBradley Cooper1. januar1901Ginger RogersSkamRichterstiginHM í fótbólti 2010Hugo ChávezMark CavendishNew York Stock ExchangeRebekka FugløFA ŠiauliaiGleðaMichelle ObamaSpanskt mál1193Jon FosseJapan26. novemberKári P. HøjgaardAlan JacksonDavid CameronGran Canaria2006Arabiskt mál1979GnagdýrEyðkvæmiTadsjikistanVetrar-OL 2014EgyptalandMalariaKøvievni8. januarDima BilanRannvá B. AndreassenFøroyskir rithøvundarMark No Limits1949BrøðrasamkomanPolitikkurEyðvør KlaksteinPDFKurt GödelNew York City1662JohannesburgWikimediaNana MouskouriFilmurAlec Guinness22. september🡆 More