Monako

Fúrstadømi Monako (franskt: Principauté de Monaco) ella bara Monako, er næstminsta landið í heiminum.

Eisini er tað næsttættast bygda landið í heiminum; næst-fjølbygdasta landið í verðini er tað lítla fúrstadømið Monako. Tað er alt ein býur, sum síðan 1297 hevur verið eitt sjálvstøðugt ríki. Landið er einans 1,95 km2 til støddar, og har búgva uml. 35 000 fólk. Um fólkið í Føroyum skuldi búð líka tætt, so hevði tað svarað til, at øll 49 000 kundu búð í Stóru Dímun. Lítla ríkið Monako er á Miðjarðarhavsstrondini, tætt við italska vesturmarkið. Mitt inni í landinum er býurin Monte Carlo, kendur fyri sítt spælikasino og Grand Prix-kappkoyringina. Monako er frælst fúrstadømi, og síðan 1297 hevur Grimaldi-ættin stýrt landinum.

Fúrstadømi Monako
Principauté de Monaco
Monako Monako
Flagg Coat of arms
Slagorð: "Deo Juvante" (Latín)
"Við Guds hjálp"
Tjóðsangur: Hymne Monégasque
Staðseting av  Monako  (green) í Europe  (dark grey)  –  [Frágreiðing]
Staðseting av  Monako  (green)

í Europe  (dark grey)  –  [Frágreiðing]

Staðseting av  Monako  (green)

í Europe  (dark grey)  –  [Frágreiðing]

HøvuðsstaðurMonaco[a]
43°43′N 7°25′E / 43.717°N 7.417°E / 43.717; 7.417
Størsti Quartier Monte Carlo
Almenn mál Franskt
Vanlig mál
Etniskir bólkar
  • Fraklendingar
  • monakobúgvar
  • fólk úr Italia
  • onglendingar
Átrúnaður Rómversk katólsk
Íbúgvanavn
  • Monégasque
  • Monaki/monakari
Stjórn Eindarríki, stýrisskipanar kongsríki
 -  Prinsur Albert II
 -  Forsetaráðharri Pierre Dartout
Lóggávuting Tjóðarting
Sjálvræði
 -  Húsið Grimaldi (undir harrdømi av Lýðveldinum Genova) 1297 
 -  frá Franska ríkinum 17. mai 1814 
 -  frá herseting av Sættu samgonguni 17. juni 1814 
 -  Franco-Monegasque avtalan 1861 
 -  Grundlóg 1911 
Øki
 -  Tilsamans 2,02 km2 (248.)
0,78 sq mi
 -  Vatn (%) negligible
Fólkatal
 -  2014 meting 37,800 (217.)
 -  2008 fólkateljing 35,352
 -  Tættleiki 18,713/km2 (1.)
48,462/sq mi
GDP (PPP) 2010[b] meting
 -  Tilsamans $3.000 billion (156.)
 -  Fyri hvønn $78,700 (9.)
GDP (nominelt) 2010[b] meting
 -  Tilsamans $5.424 milliardir (148.)
 -  Fyri hvønn $153,177 (1.)
Gjaldoyra Euro (€) (EUR)
Tíðarsona CET (UTC+1)
 -  Summar (DST) CEST (UTC+2)
Koyring í høgru síðu
Telefonkota +377
Internet TLD .mc
a. ^ Monako er eitt býarríki. Tó er stjórnarumsitingin í Quartier í Monaco-Ville.
b. ^ GDP per íbúgva útrokningar fevna eisini um arbeiðarar úr Fraklandi og Italia, ið ikki eru fastbúgvandi.

Frá 1641-1817 var Monako saman við Fraklandi. Bara lítil partur av fólkinum er úr Monako; meiri enn helmingurin eru franskir borgarar. Lýggja veðurlagið í Monako og glæsiliga umdømi landsins draga túsundtals ferðafólk. Nógv ríkfólk flyta hagar at búgva, tí skatturin er lágur. Mong teirra hava stórar stuttleikabátar liggjandi fyri teymi í gomlu havnini. Monako er eisini altjóða handilsmiðdepil.

Myndasavn

Viðmerkingar

Keldur

Ávisingar úteftir

Wiki FøroysktMonako 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Monako MyndasavnMonako ViðmerkingarMonako KeldurMonako Ávisingar úteftirMonakoFranskt málFøroyumItaliaMiðjarðarhavStóra Dímun

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

1974Páll Finnur PállIndonesiaOdense25. mars10. marsGooglePDFWhakeSovjetsamveldiðLibyaEvropeiska SamveldiðMadridKÍ (kvinnur)AlbaniaMichelle ObamaMannarættindiHetlandFøroyskt mál2022Kinversk tekn2015Liberal Alliance12. augustBermuda29. marsSálomonoyggjarnarTelduspøl2016René Descartes2001Maria StuartHugo Chávez2008David CameronGanaRumenskt málSjónvarp FøroyaMike PenceFyrri veraldarbardagiMeksikoFjøll í FøroyumEvi TausenNiðurlendskt málPortugisiskt málŁStóra BretlandTokyoISBNNavajo NationBygdir og býir í Føroyum13. augustGregorianski kalendarinHavfrøðiJiddiskt málArabiskt málIndo-evropeisk mál2002Terje Beinar Vestergaard202812. marsPostnummur í FøroyumMontréalHaitiVictoria drotningLettlandOdessaBradley Cooper10. maiFranz BeckenbauerTenerifeEyðvør KlaksteinNew York Stock ExchangeSvøríkiPitcairn🡆 More