Jørðin er ein av átta stórum og næstan rundum klótum, sum mala um Sólina.
Klóturnar eru gongustjørnur: stórar kúlur av metali, gróti og gassblendingum, sum ganga í ringrás um eina stjørnu. Tær fimm, sum eru næstar okkum (Saturn, Jupiter, Mars, Venus og Merkur) síggja vit við berum eygum. Tí vistu fólk í fornøld um tær.
Ikki fyrr enn kikarin varð uppfunnin í 17. øld, vórðu hinar gongustjørnurnar sæddar. Uranus varð funnin í 1781 og Neptun í 1846; Pluto, sum varð funnin í 1930 og undan henni Ceres, sum varð funnin í 1801, hava verið taldar millum gongustjørnurnar, men eru tað ikki longur (sí greinarnar Pluto og/ella Gongustjørnudvørgar).
Jørðin og hinar gongustjørnurnar ganga í eini mestsum rundari rás um Sólina, men tær snara eisini um seg sjálva. Tær lýsa ikki, men vit síggja tær, av tí at Sólin skínur á tær, og ljósið verður kastað aftur til okkara. Flestu gongustjørnur í sólskipan okkara hava mánar malandi í ringrás rundan um seg; bert Merkur og Venus tykjast bróta frá hesi meginreglu.
Sólskipanin |
---|
Sólin · Merkur · Venus · Jørðin (Mánin) · Mars · Jupiter · Saturn · Uranus · Neptun · Pluto |
Gongustjørnur · Dvørgastjørnur · Mánar: Europa |
Sí eisini Stjørnufrøði |
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Gongustjørnur, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.