Wuhan

Wuhan ( ( lurta)) er høvuðsstaður í Hubei landslutinum, í Kina, og er tann fólkaríkasti býurin í Miðkina.

Býurin liggur í eystara parti av Jianghan-slættanum har ið Yangtze og Hanshui áirnar møtast. Býurin er ein samanrenning av trimum býum, ið eru vaksnir saman, Wuchang, Hankou og Hanyang. Wuhan er kent sum "九省通衢" (jiǔshěng-tōngqú: teir nýggju landslutirnir' (í Kina) høvuðs ferðsluæðr)"; býurin er ein týðandi miðdepil fyri ferðing við fleiri jarnbreytum, vegum og akvegum ið ganga gjøgnum býin og binda hann saman við øðrum stórbýum. Orsakað av týdningarmiklu støðuni hjá býnum fyri ferðasambandi í Kina, so verður hann av og á nevndur "the Chicago of China" í útlendskum keldum.

Wuhan
武汉市
Undir-landslutabýur (Sub-provincial city)
Frá ovast: Wuhan og Yangtze-áin, Yellow Crane Tower, Wuhan Custom House og Wuhan Yangtze River Bridge
Frá ovast: Wuhan og Yangtze-áin, Yellow Crane Tower, Wuhan Custom House og Wuhan Yangtze River Bridge
Staðseting av Wuhan City í Hubei
Staðseting av Wuhan City í Hubei
Land Kina
Landslutur Hubei
Landseindir 13
Township eindir 153
Býurin bygdur 1500 á.Kr.
Stjórn
 • Floksskrivari Chen Yixin
 • Borgarstjóri Wan Yong (万勇)
Øki
 • Tilsamans 8.494,41 km2 (Bad rounding here3,300 sq mi)
Hædd 37 m (121 ft)
Fólkatal (2015)
 • Tilsamans 10,607,700
 • Tættleiki 1,200/km2 (3,200/sq mi)
  2013
Mál
 • Mál Wuhan málføri, Standard mandarin
Tíðasona Kina Standard (UTC+8)
Postnummar 430000–430400
Økiskota 0027
GDP 2016
 - Total CNY 1.19 trillion
USD 180 billion (8th)
 - Per capita CNY 119,000
USD 18,030(nominal) 33000(ppp) (11th)
 - Growth Increase 8.5%
Nummarplátur A
O (løgregla og myndugleikar)
Heimasíða www.wuhan.gov.cn
Wuhan
Wuhan
"Wuhan" við einføldum (ovast) og siðbundnum (niðast) kinesiskum bókstavum
Einfalt kinesiskt 武汉
Siðbundið kinesiskt 武漢
Bókstavilig meining "Wǔ[chāng] og Hàn[kǒu]"

Wuhan hevur sub-landslutastøðu (sub-provincial), og er viðurkendur sum miðdepil fyri politikk, búskap, mentan, útbúgving og ferðslu í Miðkina. Býurin Wuhan fekk sítt navn í 1927. Fólkatalið er 10.607.700 per 2015. Í 1920-árunum var Wuhan høvuðsstaður hjá vinstrasinnaðu Kuomintang (KMT) stjórnini ið varð stýrd av Wang Jingwei sum andstøða til Chiang Kai-shek, og var eisini høvuðsstaður undir krígnum í 1937.

Søga

Wuhan hevur eina 3.500 ára langa søgu og er ein av elstu og mest mentaðu stórbýum í Kina. Undir Han-ríkinum, gjørdist Hanyang ein rættiliga týðandi havn. Veturin 208/9 hendi ein av kendastu bardøgunum í søgu Kina og ein týðandi hending í Søguni um tey trý kongsveldini— Stríðið um Reyðu Bergini, ið fór fram í fjøllunum nærindis Wuhan. Um tað mundi blivu múrar bygdir fyri at verja Hanyang (206 e.Kr.) og Wuchang (223 e.Kr.). Tann seinna hendingin markerar stovnanina av Wuhan. Í ár 223 varð Yellow Crane Tower (黄鹤楼) bygt á Wuchang-síðuni av Yangtze-ánni. Cui Hao, ið var ein kendur yrkjari í Tang-ríkinum, vitjaði bygningin fyrst í 8. øld. Yrking hansara gjørdi tornið til eitt av teimum kendastu í Suðurkina.

Seint í 19. øld vórðu jarnbreytir víðkaðar í norður-suður ás gjøgnum býin, og tað gjørdi býin til ein tíðandi miðdepil innan umskiping millum jarnbreytina og ferðslu eftir ánni. Tað var í hesum tíðarskeiðnum, at útlendskar kreftir fingu kontroll yvir handilsøki, har áarbakkin framvið Hankou varð býttur sundur í útlenskt-stýrd handilsøki. Á økinum vóru handilsskrivstovur, vøruhús, og atløgubryggjur.

Keldur

Wiki FøroysktWuhan 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

ChicagoMynd:Zh-Wuhan.oggYangtzeZh-Wuhan.ogg

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Rógvi EgilstoftFuglar í FøroyumGabriel García MárquezFakfeløgHveitiWisconsinGyltur MorgunH.C. AndersenMark CavendishHagfrøðiMumbaiBókmentirBernMannarættindi1889206Altjóða arbeiðaradagurMiędzyrzec PodlaskiValmásiTownes Van ZandtHeimsvevurDýr1. septemberEirikur XIV av SvøríkiJakob FuglsangMinecraft1892Russiskt málTerji RasmussenSuper MarioOsmium8001437E1777Teitur LassenHøgrahallur politikkurNorðuramerikaJakartaPostnummur í FøroyumSteppuveðurlagBahá'í trúgvinSulfonamidPrestagjøld í FøroyumFall (mállæra)2006AngolaSuleiman mikliHansina IversenTey av KamarinumJohann Wolfgang von GoetheJamaikaGregorianski kalendarinISO 3166HvítarusslandMakao2023HeimspekiReindýr160-árini🡆 More