Vágar

Vágar er oyggj í Føroyum millum Mykines og Streymoy.

Vágar
Vágar
Landafrøði

Vídd 175,4 km²
Vatn 2,7 %

Umsiting
Land Vágar Føroyar
Íbúgvalæra
Fólkatal 3 042 (2013)
Íbúgvatættleiki 17 /km²

Vágar er við sínum umleið 178 km2 triðstørsta oyggj í Føroyum, og her búgva umleið 3 túsund fólk. Vágar hevur vegasamband við meginøkið gjøgnum Vágatunnilin, sum var fyrsti undirsjóartunnil í Føroyum. Sambandið út í heim er eisini úr Vágum, har einasti flogvøllurin í Føroyum liggur.

Vágar eru eyðkendar við stóru vøtnunum Sørvágsvatni/Leitisvatni og Fjallavatni umframt smærri vøtnum, har væl liggur fyri at fiska. Hetta er størsta óbygda øki í Vágum. Øll strondin norðanfyri, frá Gásadali í vestri til Sandavágs í eystri, liggur sum ein stór nátturupark og gevur ríkar møguleikar fyri upplivingum. Størsti hólmarnir í landinum liggja vestanfyri, Tindhólmur og Mykineshólmur. Gistingartilboð í oynni eru Hotel, Vallaraheim, camping, Ból og Biti og summarhús, møguleiki er at eta á matstovu og kaféteria. Serstakt fyri Vágar er einasti flogvøllur í landinum. Hóast oyggin ikki hevur nógv smá vøtn, so eru tey tvey størstu vøtnini, Sørvágsvatn og Fjallavatn her. Í 2003 fekk oyggin fast samband um undirsjóvartunnil til Streymoynna.

Landafrøði

Norðasti landoddi er Slættanes, sunnasti Trælanípa. Móti landsynningi er Stakkurin og móti útnyrðingi Barðið. Uppi yvir Stakkinum stendur Trøllkonufingur. Vágar eru vøkur oyggj, her kunnu vit síggja stillar firðir, breiðar dalar, fuglaberg, høg fjøll, stór vøtn og stórar slættar. Langvegin gjøgnum oynna gongur ein breiður dalur, sum eitur Klovin, og í honum eru tvey størstu vøtn í Føroyum, Sørvágsvatn, studum kallað Leitisvatn, og Fjallavatn. Úr Sørvágsvatni fellur Bøsdalafossur. Fjøllini eru breið omaná og ikki brøtt uttan tey í útnyrðingshorninum. Tey hægstu eru Árnafjall (722 m), Eysturtindur (715 m) og Malinstindur (683 m). Brøtt berg eru um allar síður á oynni fram móti Vestmannasundi. Størstu áir eru Sjatlá og Repsá. Vestur úr sunnara armi á Sørvágslendinum eru hólmarnir Tindhólmur og Gáshólmur. Millum Vágalandið og Tindhólm standa tveir sjáldsama vakrir drangar. Gáshólmssund millum Tindhólm og Gáshólm og Stórasund millum Tindhólm og drangarnar eru ikki farbar uttanfyri kunnigar menn í góðum veðri. Innanfyri drangarnar er Drangasund.

Bygdir

33,6 % av fólkinum í Vágum búgva í Miðvági, 33,7 % búðu í Sørvági og 28,4 % búðu í Sandavági. 4,3 % búðu samanlagt í hinum trimum bygdunum. Fólkatalið í oynni vaks við 293 fólkum frá 1. jan. 2010 til 1. januar 2020 .

Myndir

Sí eisini

Walls

Keldur

Wiki FøroysktVágar 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið


Tags:

Vágar LandafrøðiVágar MyndirVágar Sí eisiniVágar KeldurVágar

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Albert EinsteinRuth VangTorino16. juli.cnAmtmansborginNorðurstreymoyKylie MinogueHttps.gq161EysturríkiWikimediaSeyðurFA ŠiauliaiFausto CercignaniVancouverHargabrøðurnirRavmagn15. januarFøroysk WikipediaReinsaríiðLæknarReyðahavið19041890-áriniTeknirøðFranskt mál1890Persiskt mál.axPlantuátarSalvador AllendeØshvít gásSjón (rithøvundur)PragAlpurnar3. novemberHelsingborg22. oktoberÄLøgmenn í FøroyumAlisfrøðiFylgisveinurBjarnirFøroyska stavraðiðNepalHvítingurItaliaOve SprogøeMálBýurMette FrederiksenAlgoritma1530-áriniHákun DjurhuusFirenseAlheimsgerðBygdir og býir í FøroyumIrak🡆 More