Vestmenn: Føroyskur tónleikabólkur

Vestmenn er ein føroyskur tónleikabólkur úr Vestmanna, sum var nógv frammi í 1980'unum og enn er virkin til tíðir, eitt nú framførdu teir á Countryfestivalinum í Sørvági í 2014.

Vestmenn góvu út Brot í 1983, har eitt nú sangurin sum byrjaði soleiðis: Eg siti so eina við bálið í kvøld - var nógv at hoyra. Hetta var country- og western-tónleikur á føroyskum máli. Sangurin Ró var eisini á hesari lp-plátuni og kasettubandinum. Tað var Ólavur Højgaard, sum var forsangari, meðan Martin Joensen sang backing-røddir. Bæði Ólavur og Martin gjørdu løgini, meðan Martin skrivaði teir flestu sangtekstirnar. Allir limirnir í bólkinum komu frá sama grannalagi í Vestmanna og vóru vinmenn. Í sjónvarpssendingini Minnist tú enn, sum Suni Merkistein stóð fyri, varð samrøða gjørd við limirnar í Vestmonnum og brot vórðu víst frá 1980'unum.

Limir í Vestmonnum

  • Ólavur Højgaard (sangur, tónasmiður),
  • Martin Joensen (bass, guitar, sangur, sangskrivari, tónasmiður),
  • Jógvan í Toftum Olsen (trummur)
  • Niels Olsen (harmonika, keyboards)
  • Bogi Olsen (guitar, orgul)

Tónleikaútgávur

Keldur

Tags:

Suni MerkisteinSørvágurVestmanna

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Mina ReinertFlaggdagurKroatiaKlor.ptLong IslandSúlaAnthony BourdainPetteri OrpoSlovenskt málSambiaTýr (tónleikabólkur)IranJagaraflogførUABBATýskland1601928FloksmenninirJørðinFuglafjørðurÁtrúnaður í USAKolumbiaGusGusSteppuveðurlagNiðursetubygdFólkaræðiAltjóða felagsskapurPrestagjøld í FøroyumÓli JógvanssonPlanturAntonio Fagundes.uzYKielAristotelesUmesámiskt málFøroyskur dansurWTerji RasmussenKommunur í Føroyum1566Charles III kongurGeorge MichaelJon FosseNoregMannarættindiFólkaflytingatíðinBreyðNew York CitySJapanHilary Swank1070FiSouth DakotaSuðurkoreaTheodor ThomassenTjóðartingsvalið í Stóra Bretlandi 2015800MiðalvarpingGuam🡆 More