Tvíbýlisnota

Tvíbýlisnota (frøðiheiti Urtica dioica) veksur vilt í Føroyum, men tað er ikki nógv til av henni.

Ikki heilt vanlig, har hon er; ofta í gomlum bygdum. Leggurin er 4-strentur við hvøssum røðum. Bløðini andstødd við akslabløðum. Tey eru egg- ella hjartavaksin, sagtent og dimmugrøn á liti. Tey hava eyðkend hár, sum valda sviða í holdið á fólki, sum nema við tey. Blómuskipanirnar eru langar, 2-3 í hvørjum blaðgripi. Kall- og kvennblómur hvørjar á sínum einstaklingi (tvíbýlisplantur). Bl. í juli til august. Veksur í tøðuríkari mold nærindis húsum og í fjølbjørgum.

Tvíbýlisnota
Notur vaksa vilt nógvastaðni í Føroyum.

Er ikki nevnd nakrastaðni sum átuplanta, men varð sumstaðni nýtt sum súpanarurt, helst ovastu partarnir av plantuni. Tá ið hon verður kókað, verður meyrisýran, sum annars brennir, tá ið hon nemur við hold, óvirkin. Tað er ikki vanligt at dyrka notur, tí noturnar kunnu skjótt taka yvir allan garðin. Kann nýtast til salat; kann eisini gerast til á sama hátt sum spinat ella nýtast til súpanarbót. Summi henta notur um summari, turka og mjølva í eini hvirlu, og brúka turkaðu og mjølvaðu notuna sum kostískoyti í vetrarmánaðunum. Og í handlunum uttanlanda kanst tú eisini keypa tær notur (og sjáldsom plantusløg) hentað úr náttúruni og helst á serstøkum lendum.

Sí eisini

Tags:

AugustFøroyumJuli

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Ronnie NielsenKuvaitAbraham LincolnKanada1784AmsterdamMuhammad AliLandsynningsásia7. januarMarie CurieHelsinkiFidel CastroPuerto RikoHongkong8. mars635Jóhan landleysiLøgmenn í FøroyumNorðurkorea30. juniSionismaGorfuglur348NóaIsle of WightKeisariFernanda MontenegroWikipediaSosialir miðlarSeinastu andlátiniAleksandr PusjkinFuglar í FøroyumConcord, New Hampshire1284Kansas City (Kansas)EdinburghTexasFraklandSjálvmorð19. desemberMoskvaMidwayoyggjarIstanbulAmerikonsk søgaNorðaru MarianaoyggjarVladimir PutinFullveldisríkiMerkiðSaladinEM í fótbólti 2016RichterstiginBeyoncéSopparTýsklandGreta ThunbergLeicesterKópakonan32129. novemberKetturLouis PasteurBrisMikhail GorbatjovNasisma409EtiopiaWatfordTjóðsangurDrunnhvítiJ. R. R. Tolkien🡆 More