Togo

Lýðveldið Togo (franskt: République Togolaise) er eitt land í Vesturafrika.

Togo hevur mark við Benin, Gana og Burkina Faso. Landið hevur 8.703.961 íbúgvar (2023). Lomé er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Togo og liggur út til Guineavíkina har suðuri í landinum. Togo liggur innibygt ímillum Gana og Benin; landið var fyrr franskt hjáland og gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1960. Fólkið er blandað, og fleiri enn 30 fólkasløg eru í landinum. Fjølmentast eru ewefólkið fyri sunnan og dagomba fyri norðan. Fosfat - steinslag nýtt sum ráevni í handilstøðum - er helvtin av útflutningsinntøkunum í Togo. So eintáttað inntøkugrundarlag ger búskapin í landinum óstøðugan, tí at fosfatprísurin á heimsmarknaðinum er óstøðugur. Høvuðsstaðurin í Togo, Lomé, er týdningarmesti havnabýur í Vestur-Afrika.

Togolese Republic
République Togolaise
Togo Togo
Flagg Coat of arms
Slagorð: "Travail, Liberté, Patrie" (Franskt)
"Work, Liberty, Homeland"
Tjóðsangur: Salut à toi, pays de nos aïeux  (Franskt)
"Hail to thee, land of our forefathers"
Staðseting av  Togo  (myrkablátt) – í Afrika  (ljósablátt & myrkagrátt) – í Afrikanska Samveldið  (ljósablátt)
Staðseting av  Togo  (myrkablátt)

– í Afrika  (ljósablátt & myrkagrátt)
– í Afrikanska Samveldið  (ljósablátt)

Staðseting av  Togo  (myrkablátt)

– í Afrika  (ljósablátt & myrkagrátt)
– í Afrikanska Samveldið  (ljósablátt)

Høvuðsstaður
og størsti býur
Lomé
6°7′N 1°13′E / 6.117°N 1.217°E / 6.117; 1.217
Almenn mál Franskt
Vernacular
mál
  • Gbe mála
  • Kotocoli
  • Kabiyé
Etniskir bólkar Ewe, Kabye, Tem, Gourma
  • 99% afrikonsk (37 fólk) b
  • 1% onnurc
Íbúgvanavn Togolese
Stjórn Lýðveldi við forseta
 -  Forseti Faure Gnassingbé
 -  Forsætisráðharri Victoire Tomegah Dogbé
Lóggávuting National Assembly
Sjálvræði
 -  frá Fraklandi 27. apríl 1960 
Øki
 -  Tilsamans 56,785 km2 (125.)
21,925 sq mi
 -  Vatn (%) 4.2
Fólkatal
 -  2023 meting 8,703,961 (101st)
 -  2010 fólkateljing 5,337,000
 -  Tættleiki 125.9/km2 (93rde)
243/sq mi
GDP (PPP) 2012 meting
 -  Tilsamans $6.910 billion (150.)
 -  Fyri hvønn $1,096
GDP (nominelt) 2012 meting
 -  Tilsamans $3.685 billion
 -  Fyri hvønn $584
Gini (2011)39.3
medium
HDI (2013)Increase 0.473
low · 166.
Gjaldoyra CFA franc (XOF)
Tíðarsona GMT (UTC+0)
Koyring í høgru síðu
Telefonkota +228
Internet TLD .tg
a. Sum t.d. Ewe, Mina og Aja.
b. Størstu øki eru Ewe, Mina, Kotokoli Tem og Kabre.
c. Mest evropearar og sýrisk-libanesar.
d. Estimates for this country explicitly take into account the effects of excess mortality due to AIDS; this can result in lower life expectancy, higher infant mortality and death rates, lower population and growth rates, and changes in the distribution of population by age and sex than would otherwise be expected.
e. Rankings grundað á tøl viðvíkjandi 2005 (CIA World Factbook – Togo)

Hóast Togo er blóðfátækt land, er landið sjálvbjargið við mati. Um 75 % av fólkinum búgva á bygd og liva av landbúnaði. Tey dyrka mais, jamsrót, rís og maniok til egna nýtslu og kaffi, kakao og bummull at selja og flyta út. Nógv fólk við strendurnar livir av útróðri.

Regiónir

Región Høvuðsstaður Vídd
(km2)
Fólkatal
(2010)
Centrale Sokodé 13,317 617,871
Kara Kara 11,738 769,940
Maritime Lomé 6,100 2,599,955
Plateaux Atakpamé 16,975 1,375,165
Savanes Dapaong 8,470 828,224
Togo 
Kort av Togo.

Kelduávísingar


Wiki FøroysktTogo 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

AfrikaBeninBurkina FasoFosfatFranskt málGanaHjáland

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

LundiDíðrikur í KárastovuOFaðir várElisabeth AndreassenKSorinskrivari91KubaFriedrich IIIÍbúgvarTutankhamonFjøll í FøroyumHernaðarliga verjanUmesámiskt málSystem of a DownJapanskt mál1888Harry PotterSHveitiFSarah BernhardtFacebook8. desemberHeimspekiIP-adressaGrikskt mál2. maiWisconsinRusslandLæmingurTórshavnEkvadorTey av KamarinumAlpurnarSavningarflokkurinHannah MontanaSuðurlandBenny SamuelsenTeilandIslamGrand CanyonEirikur XIV av SvøríkiFólkaatkvøðan 14. september 194620231937Dunnuheimurin hjá DisneyBarainManila1947KosovoGdańsk.tlLuigi Carlo BorromeoCharles III kongurEik Banki38🡆 More