Sjálvmorð

Sjálvmorð er tað, tá ið ein við vilja tekur seg sjálvan av døgum.

Sjálvmorð er ofta orsakað vónloysi, tunglyndi, sinnissjúku ella/og rúsevnis- og rúsdrekkamisnýtslu. Harafturat kann sovorðið sum fíggjarligir trupulleikar og vánalig viðurskifti við onnur fólk vera ein orsøk. Í 2012 gjørdu trý fólk við føstum bústaði í Føroyum sjálvmorð. Frá 2007 til 2012 hava 13 fólk tikið seg av døgum í Føroyum og bara í 2010 vóru heili 6 sjálvmorð. Sambært heilsulýsing landslæknans var eitt sjálvmorð framt í Føroyum í 2007. Hetta er eitt vet minni enn seinastu trý árini, tí í 2006 vórðu trý sjálvmorð framd, meðan seks vórðu í 2005. Størsta sjálvmorðstalið eitt einstakt ár í Føroyum var árið 1985, tá sjey fólk doyðu fyri egnari hond. Í 1984, 1986, 1988, 1992, 2005 og í 2010 tóku seks fólk lívið av sær hvørt av hesum árunum. Tað er bara í árunum 1999, 2001 og í 2009, at eingin føroyingur doyði fyri egnari hond. Frá ársbyrjan 1981 til og við 2007 eru tilsamans 88 sjálvmorð staðfest her á landi. Samanborið við hini Norðurlondini og londini í Evropa eru føroysku sjálvmorðstølini sera lág. Tølini yvir sjálvmorð í Føroym eru ikki økt seinastu 30 árini, men heldur eru tølini minkað.

Sjálvmorð
Kort yvir sjálvmorðini í heiminum.

Flest menn gera sjálvmorð; í so at siga øllum aldursbólkum eru menn teir, ið liggja ovast á listanum yvir sjálvmorð. Í 2012 gjørdu 661 fólk sjálvmorð í Danmark. Kanningin hjá Jyllands-Posten vísir, at av teimum 661 sum gjørdu sjálvmorð hetta árið, vórðu 494 teirra menn . Tað er serliga menn í aldrinum 20 til 40 ár.

Keldur

Wiki FøroysktSjálvmorð 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

EvropaFøroyumNorðurlond

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Jon FosseHenry KissingerEdinburghGrand CanyonMjólkHttpSebraKlaksvíksstríðiðFruktirFeðgar á ferð20. februarPenicillinHansina IversenBulgarskt málHarry Potter1200FótbólturDjóni Nolsøe JoensenTurks- og CaicosoyggjarnarGuamRegina (Saskatchewan)JakartaMiguel IndurainLøgtingsvalið 2022USAQatarBlankskáliCarlo AncelottiGabriel García MárquezNiðursetubygdNiagarafossurSorinskrivariJohann Wolfgang von GoetheBýarbókasavnið í HavnTrygvi DanielsenPalestinaNikaraguaHimalaia1889Uni ArgeEiturkoppurHjartaTryggingStevnur í FøroyumItalskt málLøgfrøðiValmásiBreyð2022Altjóða felagsskapurSierra LeonaViggo MortensenFinleif MortensenJørðinKolumbiaTvøroyrar BóltfelagRækja19. desemberHagfrøðiSelatraðDíðrikur í Kárastovu🡆 More