Sigrun Gunnarsdóttir

Sigrun Gunnarsdóttir (fødd 9.

mars 1950 á Eiði) er føroyskur listamálari. Hon er uppvaksin á Eiði og er abbadóttir ein hin fyrsta føroyska listamálaran, Niels Andreas Kruse.

Sigrun hevur útbúgving frá Glyptotekinum í Keypmannahavn (1971-1973) og frá kongliga danska Kunstakademinum (1973-1980). Hon hevur verið víða um við sínari list. Umframt í Norðanlondum, so hevur hon sýnt fram í m.a. Japan, Kina og USA. Eisini er hon umboðað á listasøvnum.

Í 2023 var ein heimildarfilmur um hana gjørdur, við heitinum "Heartist".

Listakvinnan

Mirjam Joensen, listfrøðingur, sigur soleiðis um listakvinnuna:

”Myndirnar hjá Sigrun Gunnarsdóttur eru einfaldar og samansettar í senn, tær samskifta stillisliga við okkum og fáa okkum at hugsa. Hon arbeiðir við tí, ið hevur við menniskju at gera, og myndirnar seta alskyns tilveruligar spurningar. Myndevnini hjá Sigrun stava m.a. frá ævintýrum, frá sambandinum millum ættarliðini, úr Grønlandi og úr vælkendum ella persónligum søgum.

Fyrstu verk hennara bera greið boð um, at hon dugir naturalistiska handverkið til fulnar, men miðskeiðis í 90unum tekur hon eina vend yvir í ein súmbolskan myndaheim við einum einfaldari myndamáli, ið eisini kann hava surrealistisk eyðkenni. Ein eyðkenniligur myndaheimur, ið hon trygt og støðugt hevur ment líka síðani. Hon sleppur myndevninum frammanfyri sær og fer at mála úr huganum.”

Og norski listfrøðingurin Eva Furseth, sigur m.a. um Sigrun:

”Eitt tað mest sermerkta føroyska listafólki í okkara tíð er Sigrun Gunnarsdóttir. Myndevnini eru eitt sindur naivistisk í myndamálinum, og litirnir eru dapurt gráligir. Bæði stílurin og tað ógvuliga ørkymlandi huglagið, sum síggjast í verkunum hjá Sigrun, fáa okkum at hugsa um Giorgio de Chirico (1888-1978), italienski undangongumaðurin í surrealismuni og symbolismuni. Og á sama hátt sum í myndunum hjá Chirico, so fata vit uttan hóvasták innihaldið í myndunum hjá Sigrun, men hóma beinanvegin eitt metaforiskt lag, sum talar til tað ótilvitaða. Táið vit hava hugt at hennara myndum, er tær sum brendar inn í sjónina, og vit hava tær við okkum í huganum langa tíð eftir”.

Framsýningar (úrval)

  • 2023 - Myndir í trúnni. Listasavn Føroya
  • 2022 - Heartist, Kuummiut, Grønland
  • 2020-2021 - Havið / The Ocean, Listasavn Føroya
  • 2019 - Færø Expo, Galleri Sct. Gertrud Keypmannahavn, Danmark
  • 2018 - JARFO Art Gallery, Kyoto, Japan, Nordic Waves.
  • 2018 - Listasavn Føroya, Føroyar. Retrospective exhibition, The Greatness In Little Things.
  • 2017 - Dronningelund Kunstsenter, Dronningelund, Danmark. Glimt fra Færøerne.
  • 2017 - Augustiana Skulptur og kunstcenter, Augustenborg, Danmark. Færøskt forår på Augustiana.
  • 2016 - Sigrun Art Studio, Eiði, Føroyar. Tey byggja land
  • 2016 - Galleri Emmaus, Haslev, Danmark. Filled Tubs
  • 2016 - Glyvra kirkja, Glyvrar, Føroyar
  • 2015 - Sunshine International Museum, Beijing, Kina. Art Cares
  • 2015 - TCG Nordica, Kunming, Kina
  • 2015 - Galleri Emmaus, Haslev, Danmark
  • 2015 - Listasavn Føroya, Tórshavn, Føroyar. Spring Exhibition
  • 2014 - Sigrun Art Studio, Eiði, Føroyar
  • 2013 - Nagoya University of Art, Nagoya, Japan. Laterna Magica
  • 2013 - CASO Galleri, Osaka, Japan. Laterna Magica
  • 2013 - Trondheims Art Association, Trondheim, Noreg. Laterna Magica
  • 2013 - Gerdarsafn Art Museum, Kópavogur, Ísland. Laterna Magica
  • 2013 - Sørvágs kirkja, Sørvágur, Føroyar
  • 2012 - Vejle Art Museum, Vejle, Danmark. Laterna Magica
  • 2012 - Norðurlandahúsið, Tórshavn, Føroyar. Laterna Magica
  • 2012 - Galleri Emmaus, Haslev, Danmark
  • 2012 - Gallereria Finarte, Nagoya, Japan
  • 2011 - Galleri Emmaus, Haslev, Danmark
  • 2011 - Æglageret, Holbæk, Danmark
  • 2010 - Sigrun Art Studio, Eiði, Føroyar
  • 2010 - Glyvra kirkja, Glyvrar, Føroyar
  • 2009 - Gallerí Fold, Reykjavik, Ísland
  • 2009 - Galleri Emmaus, Haslev, Danmark. The daily Bread
  • 2009 - Gallery Spor 1, Kulturremisen, Brande, Danmark. Art Is the Heart I Unclothe and Give to You
  • 2009 - Listaframsýning í Gásadalsskúla, Gásadalur, Føroyar
  • 2008 - Leopold Museum Wien, Eysturríki. Modern Art in the Faroe Islands - Man and Nature
  • 2008 - Norðurlandahúsið, Tórshavn, Føroyar. Summer Exhibition
  • 2008 - Galleri Emmaus, Haslev, Danmark
  • 2008 - Nagoya University of Art, Nagoya, Japan
  • 2008 - Autumn Exhibition in Asker, Asker, Noreg
  • 2007 - Hafnarborg, Hafnarfjörður, Ísland
  • 2006 - Hamburg, Týskland
  • 2006 - Trondheims Art Museum, Trondheim, Noreg
  • 2006 - The North Atlantic House, Keypmannahavn, Danmark
  • 2006 - The City Hall, Keypmannahavn, Danmark
  • 2006 - Janus Bygningen, Vestjyllands Artmuseum, Danmark
  • 2005 - Den Frie, Keypmannahavn, Danmark
  • 2005 -1995 - Listasavn Føroya, Tórshavn, Føroyar. Spring Exhibition
  • 2004 - Mikkelberg, Hattstedt, Týskland. Atlantic Visions
  • 2003 - Den Frie, Keypmannahavn, Danmark
  • 2003 - Ålands Art Museum, Mariehamn, Åland
  • 2003 - Hafnarborg, Hafnarfjørður, Ísland
  • 2003 - Norðurlandahúsið, Tórshavn, Føroyar. Summer Exhibition - Faroese Art
  • 2002 - The Nordic House, Tórshavn, Føroyar. Summer Exhibition - Atlantic Visions
  • 2002 - The City Hall,Hanstholm, On the Occasion of the Visit of the Royal Family
  • 2001 - Norðurlandahúsið, Tórshavn, Føroyar. Summer Exhibition - Faroese Art
  • 2001 - Hafnarborg, Hafnarfjørður, Ísland
  • 2000 - T.A.G. Gallery, American Scandinavian Society, New York, USA
  • 2000 - Listasavn Føroya, Tórshavn, Føroyar

Heiður

Slóðir úteftir

Keldur

Tags:

Sigrun Gunnarsdóttir ListakvinnanSigrun Gunnarsdóttir Framsýningar (úrval)Sigrun Gunnarsdóttir HeiðurSigrun Gunnarsdóttir Slóðir úteftirSigrun Gunnarsdóttir KeldurSigrun Gunnarsdóttir19509. marsEiðiFøroyarNiels Andreas Kruse

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

AlfrøðiISBNNew HampshireNeymarLógKeypmannahavnHeðin Lisberg OlsenEdinburghTennessineEysturoySt. PætursborgMóritiusIHergéAlment mál1892HimalaiaBúskapurUnion JackPortugisiskt málFors��a14. oktoberEiffeltorniðFiskivinna í FøroyumFaðir várSuper MarioKofi AnnanRISO 8601Sóttin svartaGuamMálJohn Ford.ptConway Twitty1. septemberBringureyðiFirensePetteri OrpoMarcel ProustTýr (tónleikabólkur)Fólkaræðiliga Lýðveldið KongoAnthony BourdainTórsvøllurKarachiArabiskt málFøroyska fótbóltsmanslandsliðiðFøroyskar bókmentirSelatrað496 f.Kr.GdańskEyðfinn JensenBahá'í trúgvin1. juli20. augustLeygardagurInstagram2016SorinskrivariVanuatuFøroysk listHM í fótbólti 20142. januarBrøðurnir Grimm🡆 More