Mýrisólja

Mýrisólja, sum er vísindaliga heitið á Sóljuni hevur latínska heitið Caltha palustris. Fyrri partur av navninum sipar til at plantan mest veksur í vátlendi, meðan annar partur av navninum helst sipar til sól.

Aloftast verður hon bert rópt Sólja ella Sóleyga. Mýrisóljan er tjóðblóma føroyinga. Tað bleiv avgjørt í 2005, tá skipað varð fyri atkvøðugreiðslu um hvør blóma skuldi verða tjóðblóma. Átta ymiskar blómur vóru í uppskoti. Úrslitið varð, at sóljan lá klárt á odda og gjørdist okkara tjóðarblóma.

Mýrisólja
Mýrisóljan - tjóðarblóma Føroya.

Mýrisóljan hoyrir til Ranunculaceae (sóljuætt). Vísindaliga navnið Ranunculaceae stavar frá latínska orðinum ranunculus, sum merkir lítil froskur. Orsøkin til navnið er, at flestu innan hesa ættina vaksa í vátligum lendi. Sóljan veksur serliga í láglendi, tó so, hon finnst eisini í hæddum, har seyður ikki sleppur framat.

Skilur seg frá eitt nú skriðsólju, iglasólju og hinum sóljunum í ættini við, at hon er menniligari við sínum sermerktu stóru nýravaksnu bløðum og stóru gulu blómu. Sóljan var longu vanlig kring alt landið fyri o.u. 10.000 árum síðani í tí sonevnda “preboreala” tíðarskeiðinum, men tá fólk nomu land her, hvarv hon næstan.


Mýrisólja blómar í mai og juni. Hon kann gerast 10 til 50 cm høg. Hon veksur í veitum, eftir áarbakkanum og í mýrum. Aðrar kendar blómur innan sóljuættina í Føroyum eru t.d. skriðsólja, svínasólja, kirkjubøsólja, snjósólja og iglasólja.

Sí eisini

Tags:

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

6. marsBankNordikKalendari1828Kommunur í FøroyumMoldovaOyggjar í FøroyumBilarJ. R. R. TolkienSjónvarp FøroyaRonald ReaganRichard Nixon1984Aleksandur MikliRio de JaneiroOpið innihaldSpanskt málZÍrland (land)KirkjubøurSavningarflokkurin1851Sosialir miðlarFøroysk mentan24. februarJóannes PaturssonTvíbýlisnotaTal1998TintinKatalanskt málKnut HamsunVinje kommunaVesturtýskland1906Tunlar í FøroyumAltjóða arbeiðaradagurPlanet AwardsArgentinaFuglar í Føroyum2021TjaldurHvalastøðin á GjánoyriUtahSaudiarabiaNobelvirðislønin í alisfrøðiVatikaniðFøroyskt málSvøríkiEvropaUsbekistanWikiYvirgangsálopið móti Charlie HebdoHelsingforssáttmálinBóghvítuhvalur1940AdventistarLøgmenn í FøroyumPostnummur í FøroyumKubaSydneySkógurFøroya steintoy1153GrønlandÁtrúnaður í USATrælur🡆 More