Monmouth Borgin er ein borg í býnum Monmouth, høvuðsstaðnum í Monmouthshire, sum er í landsynnings horninum av Wales.
Talan er um ein Stig 1 friðaðan bygning. Monmouth Borgin liggur tætt við miðbýin, hon er bygt á einum heyggi omanfyri Monnow ánna, aftanfyri handlar, høvuðs torgið og gøtur. Einaferð fyrr í tíðini varð borgin ein týdnignarmikil skansi, sum vardi markið. Henry V av Onglandi varð føddur har. Borgin fór illa undir Enska Borgarakrígnum (1642–1651) og skifti eigara tríggjar ferðir tað tíðarskeiðið. Eftir at borgin lutvís varð oyðiløgd vóru partar av henni endurnýttir til at byggja Great Castle House, sum fyrr hevur verið eitt sokallað Townhouse, har aðalin hevur búð, men nú er Great Castle House høvuðssæti hjá Royal Monmouthshire Royal Engineers og í bygninginum er eisini eitt savn, sum nevnist Regimental Museum. Bert nakrir partar av borgini standa eftir, Stóra Tornið (Great Tower) og Høllin (Hall) og partar av múrunum standa enn omaná jørðini.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Monmouth Borgin, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.