Martinique

Martinique er ein oyggj í Karibiska havinum og politiskt hoyrir til Frakland.

Martinique
Flagg Martinique
(Flagg Martinique)
Tjóðarslagorð: Liberté, égalité, fraternité
Tjóðsangur: La Marseillaise
Martinique
Alment mál Franskt
Høvuðsstaður Fort-de-France
Forseti François Hollande
Forsætisráðharri Serge Letchimy
Fullveldi Einki a
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1,128 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
386,486
340/km²
Gjaldoyra Evra
Tíðarøki UTC -4
Økisnavn á alnetinum .fr
Telefonkota +596
a Er hjáland til Fraklandi.

Fólkatalið er umleið 386.000 íbúgvar. Høvuðsstaðurin eitur Fort-de-France, og hevur 94.049 íbúgvar í sjálvari kommununi, og 134.727 íbúgvar í øllum Fort-de-France-økinum. Hetta ger Fort-de-France til ein av størstu býunum í Karibia.

Søga

Í 1502 setti Kristoffur Kolumbus segl og fór undir fjórðu og seinastu ferðina um Atlantshav. Tann 15. juni 1502 setti hann fótin á land og kannaði oynna í tríggjar dagar. Oyggin æt upprunaliga Madanina, Madinina ella Matanino.

Martinique gjørdist franskt hjáland í 1635, og hevur síðan hoyrt til Frakland burtursæð frá styttri tíðarskeiðum, har ið oyggin var hersett av Stórabretlandi. Oyggin er nú ein av Fraklands 26 regiónum og sostatt eisini ein partur av Evropeiska Samveldinum. Mynteindin er evran.

Gosfjallið Mount Pelee

Martinique 
Mt. Pelee í 1902

Í 1902 varð størsti býurin á Martinique, Saint-Pierre, lagdur í oyði, tá ið vulkanin Mount Pelee fór at goysa ógvusliga, og nærum øll fólkini í býnum, umleið 28.000, lótu lív í náttúruvanlukkuni.

Ávisingar úteftir

Wiki FøroysktMartinique 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur


Tags:

Martinique SøgaMartinique Gosfjallið Mount PeleeMartinique Ávisingar úteftirMartinique KeldurMartiniqueFraklandKaribiahav

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Zara LarssonOljaKekkia1879WikiFøroyska fótbóltsmanslandsliðiðSørvágurÍrland (land)TinLandbúnaðurScience fiction1616Sameindu TjóðirFruktir23. oktoberTubbakLøgmenn í FøroyumISBNSúgdjór2005GásadalstunnilinKaliningradHans Marius Ejdesgaard1599Michelangelo7. aprílAlfrøðiJuliMowi23. februarNashvilleAlgoritmaLady and the TrampFøroyingarOntario10078. juni17. juliFøroyar10. aprílIngilín Didriksen StrømSjónvarp FøroyaJakob FuglsangVÍFReinsaríiðGuglielmo MarconiSvartahavið28. marsDenverISO 8601.va1904920-áriniÍtróttarfelagið HvirlanMontserratMai22. oktoberFøroyum15. januarKiliFerðavinnaSeptemberMús.gqStanley SamuelsenMissouri19441933Italia16. juliPetteri Orpo🡆 More