Magdalena Andersson

Eva Magdalena Andersson (fødd 23.

januar">23. januar 1967 í Uppsala) er svenskur búskaparfrøðingur og politikari. Tíðliga í november 2021 gjørdist hon forkvinna í svenska Javnaðarflokkinum og seint í november mánaði varð hon vald tvær ferðir til forsætisráðfrú í Svøríki. Fyrstu ferð tann 24. november og aðru ferð tann 29. november. Hon er fyrsti kvinnuligi forsætisráðharri í Svøríki nakrantíð.

Magdalena Andersson
Magdalena Andersson (2014)

Magdalena Andersson hevur verið ríkisdagslimur fyri Sosialdemokratarnar síðan 29. september 2014 og fíggjarmálaráðfrú frá oktober 2014 til november 2021.

Tann 4. november 2021 varð hon vald sum forkvinna í svenska Javnaðarflokkinum og harvið gjørdist hon valevni til sessin sum forsætisráðfrú.

Mikudagin 24. november 2021 varð hon fyri fyrstu ferð vald til forsætisráðfrú í Svøríki, men tá legði hon frá sær 7 tímar seinni, tí Umhvørvisflokkurin fór burturúr stjórnini. Tann 29. november varð hon umsíðir góðkend fyri aðru ferð í eina viku sum kvinna í forsætismálaráðnum, tá 101 limir av teimum 349 í Ríkisdegnum atkvøddu fyri henni, meðan 75 lótu vera við at atkvøða, og 173 atkvøddu ímóti henni. Harvið var Magdalena Andersson á øðrum sinni í fimm dagar vald til forsætisráðfrú í Svøríki – sum fyrsta kvinnan nakrantíð. Hon tók við embætinum sum forsætisráðfrú og leiðari fyri eina stjórn bara við Javnaðarflokkinum hin 30. november 2021. Magdalena Andersson tók við eftir Stefan Löfven, sum í summar boðaði frá, at hann fór at gevast í politikki.

Hósdagin 15. september 2022 hevur hon biðið formannin í svenska Ríkisdegnum, um at loysa seg úr embætinum sum forsætisráðfrú, tí at borgarligi vongurin hevði vunnið svenska ríkisdagsvalið sunnudagin 11. september 2022 við 176 tingsessum móti 173.

Ávísingar úteftir

Wiki FøroysktMagdalena Andersson 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur

Tags:

196723. januarSocialdemokraternaSvøríkiUppsala

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

SørvágurGongustjørnurTunglyndiRuth VangÍsraelAmerikanskur fótbóltur1797SeoulAnn-Louise Hanson28. februarRussiska kollveltingin 1917Immanuel Kant1994SilkihegriHonoluluAbraham Lincoln1963MiðlahúsiðFøroyska krónanFøroysk landafrøðiFólkaræðiliga Lýðveldið Kongo1821WikiAlbania15. januarBjarni Kárason PetersenLars UlrichLøgreglaNólsoyHósdagur1948David Woodard8. marsBjørnstjerne BjørnsonFuerteventura11. øldSámal SollVinstrahallur politikkurFriedrich EngelsFuglar í FøroyumMichael JacksonNúverandi hendingar1780-áriniVatnElvis PresleyMark CavendishKoltur1368Dýr1800Bauhaus4. aprílJakartaKubaLeipzig1947Frank Lloyd WrightHargabrøðurnir1153DublinUtahIngálvur av Reyni🡆 More