Kári Sverrisson

Kári Sverrisson er ein føroyskur tónleikari, sangari, sangskrivari og tónasmiður.

Eru vit til, spurdi Kári Sverrisson í sanginum, á Amnesty International fløguni fyri sløkum 15 árum síðani. Tað var tað fyrsta, sum føroyingar veruliga hoyrdu til sangskrivaran og sangaran Kára Sverrisson. Kári var sentralur limur í tónleikabólkinum Enekk, sum var ein tann mest nýskapandi bólkurin í føroyskari tónleikasøgu. Sum einstaklingur hevur Kári javnan framførslur við tónleiki hjá sær sjálvum og øðrum. Hann er ein gávaður og nýskapandi sangskrivari, sum telist millum teir størstu vísusangararnar, sum Føroyar hava átt. Røddin er sera egin og hann var millum uppskotini til besta sangara á Planet Awards. Á Asfalt hevur Kári fingið Føroya besta botn við sær. Føroya besti trummuleikari sambært AME Rógvi á Rógvu og Føroya besti bassleikari somuleiðis sambært AME Arnold Ludvig vóru við til at gera framførsluna til eina bólkaframførslu.

Kári Sverrisson
Kári Sverrisson í 2015

Útgávur

Egnar útgávur

  • 1999 Teir sjey svanirnir og onnur føroysk ævintýr CD 2002.
  • 2003 Við heimsins dyr.
  • 2003 A taka v/ Valeri Dimchev og Desislava Dimcheva.
  • 2013 Nøkur fá fet afturat, Kári Sverrisson hevur lagt lag til yrkingar eftir Jóanes Nielsen

Umframt

Við Bendum spónum

  • 2013 Hvussu bendir mann spónir?

Heiður

  • 2014 - Vann heiðurin sum Ársins tekstur á Faroese Music Awards, Jóanes Nielsen hevði skrivað tekstin til sangin Lívið er júst sum tað er, sum Kári Sverrisson hevur gjørt lag til og syngur
  • 2014 - Tilnevndur sum Ársins sangari ella einleikari á Faroese Music Awards í Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk bólkinum (vann ikki)
  • 2014 - Kári Sverrisson & Bendar Spónir tilnevd sum Ársins bólkur ella einstaklingur (vann ikki)
  • 2014 - Kári Sverrisson & Bendar Spónir tilnevd sum Ársins fløga í bólkinum Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk fyri Nøkur fá fet aftrat (vann ikki)
  • 2014 - Kári Sverrisson & Bendar Spónir tilnevd sum Ársins sangur í bólkinum Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk fyri Stóra lívmóðurin (vann ikki)
  • 2014 - Kári Sverrisson & Bendar Spónir tilnevd sum Ársins einleikari ella bólkur í Opna bólkinum (vann ikki)
  • 2014 - Kári Sverrisson & Bendar Spónir tilnevd sum Ársins lag/verk í Opna bólkinum (vann ikki)

Sí eisini

Wiki FøroysktKári Sverrisson 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Kári Sverrisson ÚtgávurKári Sverrisson HeiðurKári Sverrisson Sí eisiniKári SverrissonAMEAmnesty InternationalArnold LudvigAtlantic Music EventEnekkFøroyarPlanet AwardsRógvi á RógvuTónleikur

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Forseti Sambandsríki AmerikaThiamin1858Havnar BóltfelagPalestinaMelania TrumpAlnetsøkisnøvn1851Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo194412. mai196519. januarFaðir vár1. novemberPostnummur í FøroyumVeðurlagsbroytingar.tcSkotvápnAmtmenn í FøroyumMumitrøllið22. novemberÍFTrond Fausa AurvågSameindu Tjóðir7. februarFranz BeckenbauerThe New York TimesGanaRMS TitanicNiðurlendskt málOyggjaland í sólIP-adressaNew York CityNólsoySeoul198714. marsVisible FishEkvadorKeypmannahavn1947InternetTórshavnar kommunaHannah Montana13. maiBygdir og býir í FøroyumONobelvirðislønin í bókmentumAlbert EinsteinNigeriaYvirgangsálopið móti Charlie Hebdo1949StórabretlandJødarPeter FondaFøroysk WikipediaDaniel Jacob DanielsenJon HestoyPetteri OrpoPaulus ápostulFrits JohannesenÚtvarp Føroya27. apríl.ir2013Sjónvarp Føroya🡆 More