Krossfiskar

Krossfiskar (frøðiheiti Asteroidea) eta sjósniglar, skeljar, sjósvampar, koralldýr og onnur dýr.

Teir nýta súgskálirnar á undirborðinum á ørmunum, tá ið teir flyta seg. Tindar eru á kroppinum og ørmunum. Á havsbotni liva krossfiskar, slangukrossfiskar og aðrar tindahúðir í hópatali. Krossfiskar verða úr 8 cm og upp í 1 m. í tvørmát. Krossfiskar hava vanliga fimm armar. Igulker líkjast krossfiskum, ið hava lagt armarnar upp og saman ímóti miðjuni, so tey eru rundvaksin. Krossfiskar hava smáar, rundaðar nabbar og kálkplátur í húðini. Krossfiskar eta t.d. skelja- og koralldýr. Bæði krossfiskar og igulker skríða á smáum súgfótum. Súgføturnir hava samband við vatnræsaskipan, ið pumpar vatn út í súgføturnar, tey seta út ígjøgnum smá hol í kálkskelini. Súgføturnir verða styttri ella longri, sum trýstið í teimum er. Igulker kunnu tí taka seg upp eftir steyrrøttum klettum, og krossfiskur fær við súgskálunum togað skeljarnar á skeljadýri sundir og etið tað. Flestir partar á krossfiski vaksa út aftur og serliga armarnir. Missir hann ein arm, er hann vaksin út aftur eftir tveimum vikum. Í miðjun undirborðinum eru munnurin og magin á krossfiskinum, og gotið er omaná. Nervalagið, meltingarleiðin og vatnræsaskipanin greina seg út í allar armarnar.

Krossfiskar
Krossfiskur.

Vanligi krossfiskurin togar við súgfótunum á ørmunum skeljarnar sundur. Tá ið skeljadýrið maktast, noyðist tað at gapa. So smoyggir krossfiskurin magan inn ímillum skeljarnar og letur sodningarvætu í tað, og sýgur tað bleyta dýrið í seg. Krossfiskur etur m.a. skeljadýr, og hann nýtir súgføturnar at opna skeljarnar. So trýstir hann magan inn ígjøgnum opið og etur fongin.

Wiki FøroysktWiki Commons logo
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

ButanFótbóltur í FøroyumBrasilia1821EvropaLuciano Pavarotti1904Neil ArmstrongNiðurlendskt málNorðurlandahúsið í FøroyumThiaminAlment mál24. desemberAlbania8. desemberFlaggdagar í Føroyum1800Hetland13. maiPílurLøgmenn í FøroyumG! FestivalSorinskrivarar í Føroyum1828Opið innihaldIP-adressaThe DoorsPakistan22. aprílMelania Trump24 f.Kr.Baltisku londiniVistfrøði23. aprílOP-talFøroya steintoyMiðlahúsiðFøroyar15. januarÍrland (land)SúlaHvítabjørnUEFA Euro 2016 qualifying Group FMahatma GandhiDublinViggo MortensenFøroyskar bókmentirSnjóhvíta og teir sjey dvørgarnir (1937 filmur)Tú alfagra land míttFøroysk landafrøðiHelsingforssáttmálinSteintór RasmussenFrits JohannesenGanaTunglyndi1966.irKapitalismaOntario1851TinBjörn Gustafsson14. marsGNU Free Documentation LicenseAlbert Einstein2021Yvirgangsálopið 9/11🡆 More