Jóannes Dan Eidesgaard (føddur 19.
apríl 1951 á Tvøroyri) er føroyskur politikari, fyrrverandi løgmaður og landstýrismaður. Hann varð valdur til løgmann 3. februar 2004 og sat sum løgmaður til september 2008, tá ið hann bleiv avloystur av Kaj Leo Johannesen. Sum løgmaður hevði Jóannes Eidesgaard ábyrgd av stýrisskipanarmálum og fyrisiting. Jóannes Eidesgaard tók læraraprógv í 1977, fekk starv á Tvøroyrar Skúla og var í starvinum, til hann í januar 1991 fór í landsstýrið.
Jóannes Eidesgaard | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 19. apr 1951 í/á Tvøroyri |
Alma mater | Føroya Læraraskúli |
Starv | politikari, lærari |
Politiskur flokkur | Javnaðarflokkurin |
Trúgv | Fólkakirkjan |
Børn | Erling Eidesgaard |
Mál | danskt mál |
Dátuheiti | |
Commons | Jóannes Eidesgaard |
Løgmaður nr. | 37 |
---|---|
Tíðarskeið | 2004 – 2008 |
Undanmaður | Anfinn Kallsberg |
Eftirmaður | Kaj Leo Johannesen |
Føddur/Fødd | 19. apríl 1951 Tvøroyri |
Flokkur | Javnaðarflokkurin |
Í 1990 varð hann á fyrsta sinni valdur inn á Løgting fyri Javnaðarflokkin í Suðuroyar valdømi og hevur verið afturvaldur síðan. Frá 1991 til 1993 var Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður í almannamálum, heilsumálum og arbeiðsmarknaðarmálum, og eitt stutt skifti var hann eisini landsstýrismaður í mentanarmálum í samgonguni, ið var ímillum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin. Frá apríl 1993 til september 1994 var Jóannes aftur landsstýrismaður í almanna-, heilsu- og arbeiðsmarknaðarmálum, tá ið Javnaðarflokkurin var í samgongu saman við Sjálvstýrisflokkinum og Tjóðveldisflokkinum.
Í tíðarskeiðnum frá september 1994 til juni 1996 var Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður í fíggjar- og búskaparmálum og norðurlandamálum. Hann var eisini varaløgmaður í hesari samgongu millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Verkamannafylkingina.
Jóannes Eidesgaard var formaður Javnaðarfloksins frá 1996 til 2011 og formaður í tingbólki Javnaðarfloksins. Jóannes hevur verið limur í uttanlandsnevndini og í Norðurlandaráðnum. Í tíðarskeiðnum 1996 til 1998 var hann fíggjarnevndarlimur.
Í tíðarskeiðnum frá 1998 til 2001 var Jóannes Eidesgaard fólkatingslimur.
Jóannes Eidesgaard varð valdur býráðslimur á Tvøroyri frá 1980 til 2000, men hevur verið í farloyvi, tá ið hann hevur sitið í landsstýrinum.
Jóannes er sonur Jonu (1917 - 2006) og Erling Eidesgaard (1920 - 1987) á Tvøroyri og er giftur við Anitu, dóttir Johild og Bjarna W. Joensen úr Froðba. Tey eiga tvey børn, Erling og Ingun.
Andrass Samuelsen | Kristian Djurhuus | Peter Mohr Dam | Hákun Djurhuus | Peter Mohr Dam | Kristian Djurhuus | Atli Pætursson Dam | Pauli Ellefsen | Atli Pætursson Dam | Jógvan Sundstein | Atli Pætursson Dam | Marita Petersen | Edmund Joensen | Anfinn Kallsberg | Jóannes Eidesgaard | Kaj Leo Johannesen | Aksel V. Johannesen | Bárður á Steig Nielsen
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Jóannes Eidesgaard, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.