innritan

Innritan er ikki eitt krav fyri at lesa ella rætta/skriva innihald á Wikipedia, men um tú ert innritað/ur, so fært tú atgongd til fleiri funksjónir enn annars, og tað verður sum heild mælt til at rita inn, um tú ynskir at skriva og gera rættingar.

Skrásetan og innritan

Tú ið tú skrásetir teg, so velur tú eitt brúkaranavn, sum kann vera eitt navn ið tú finnur uppá ella títt veruliga navn, og harumframt velur tú eitt loyniorð. Skipanin vil ikki góðtaka tað, um tú roynir at skráseta eitt brúkaranavn, ið onkur annar longu hevur skrásett. Ein brúkarakonta kann bert upprættast einaferð og kann ikki slettast aftur. Næstu ferð ið tú skal rita teg inn her, so skrivar tú bara brúkaranavnið og loyniorðið í teigarnar og trýstir á "Rita inn" og so ert tú innritað/ur.

Rættingar ið tú gert verða goymdar undir tínum brúkaranavni. Um tú ikki ritar inn, so verða tínar rættingar goymdar undir tínari IP-adressu.

Hví rita inn?

Innritan er sum nevnt ikki eitt krav fyri at lesa ella rætta innihald á Wikiepida, men tað er hóast tað eitt gott hugskot at rita inn orsakað av hesum møguleikunum:

  • Aðrir brúkarar fara at kenna títt brúkaranavn aftur, tá ið tú broytir eina síðu.
  • Tú fær tína egnu brúkarasíðu, har ið tú kanst skriva eitt sindur um teg sjálvan, um tú ynskir tað. Tú fært eisini eina kjaksíðu, soleiðis at aðrir brúkarar kunnu seta seg í samband við teg.
  • Tú fært møguleika fyri at markera eina rætting sum «smá broyting», harvið vita aðrir brúkarir, at tú ikki hevur gjørt stórar broytingar men kanska bert rætta eina stavivillu.
  • Tú fært møguleika fyri at halda eyga við broytingum á greinum, ið tú hevur serligan áhuga fyri við at brúka tín eftirlitslista.
  • Um tú velur at upplýsa um tína t-post adressu, tá tú skrásetir teg, so kunnu aðrir brúkarar seta seg í samband við teg gjøgnum teldupost uttan at tey tó fáa upplýst tína teldupost adressu, tvs. bert um tú svarar teimum beinleiðis.
  • Tú fært møguleika fyri at flyta síður. (broyta navni á síðuni)
  • Tú fært møguleika fyri at velja tínar egnu persónligu innstillingar.

Hvussu riti eg út?

Tú anst rita út (logga út) nær sum helst við at klikkja á rita út ovast til høgru á síðuni. Minst til altíð at rita út, um tú ert á einari almennari teldu, sum onnur brúka, t.d. í einum skúla, á einum bókasavni ella líknandi, so onnur ikki finna uppá at misnýta títt brúkaranavn og t.d. gera herverk við tínum brúkaranavni, tí tá er vandi fyri, at títt brúkaranavn verður sperrað.

Kann eg broyta mítt brúkaranavn?

Ja, tað ber til at broyta títt brúkaranavn. Fyrr vóru tað embætisfólk (byrokratar, ið eru administratorar við víðkaðum heimildum) á teimum ymisku lokalu Wikipediunum. Men í 2014 eru reglarnar broyttar hesum viðvíkjandi. Nú skulu allir brúkarar á Wikipedia hava eitt serstakt navn, ið ongin annar á øðrum Wikipedium brúkar. Orsakað av hesum fara brúkaranavnabroytingar nú fram eitt sentralt stað og ikki á teimum lokalu Wikipediunum. Um tú ynskir at broyta títt brúkaranavn, so skal tú venda tær til hesa síðuna fyri at biðja um eitt nýtt globalt brúkaranavn.

Tags:

innritan Skrásetan og innritan Hví rita inn?innritan Hvussu riti eg út?innritan Kann eg broyta mítt brúkaranavn?innritan

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Kalifornium1973EiffeltorniðFilmurFøroyingasøga1797Pólskt málSjórænararMaltiskt málBilarFøroyingarBjörn GustafssonButanSjónvarp FøroyaTina TurnerFólkatrúgvBauhausTom HanksTwitterMarie Antoinette1906OrðaflokkurFríðrikur PetersenWikipedia29. maiMumitrølliðSkógur1904Súla1878Albert EinsteinISO9. januar1. januarRuth VangLýsingarorð21. august1945Týskt málSkopjeAmerikanskur fótbólturMount EverestSkjaldarmerkiClaudio MonteverdiImmanuel Kant1909KyknaHeimamúsFøroyskt málSorinskrivarar í FøroyumStórabretlandNorðurlendsk mál10. aprílVjetnamSameindu TjóðirKim LarsenSydneyItaliaRuandaPakistanKirkjubømúrurin7. øldVatnFrank Lloyd Wright1892Hans ZimmerSteintór Rasmussen🡆 More