Henri Matisse føddur Henri-Émile-Benoît Matisse (31.
desember 1869 – 3. november 1954) var franskur listamálari og grafikari.
Matisse varð føddur í Le Cateau-Cambrésis í Norðurfraklandi, pápi hansara var kornsølumaður. Matisse varð upprunaliga útbúgvin sum løgfrøðingur. Eftir løgfrøðislesnaðin starvaðist hann í nøkur ár á einari advokatskrivstovu og sum frítíðaráhugamál byrjaði hann at tekna. Í 1890 fekk hann blindtarmsbruna, og meðan hann royndi at koma fyri seg aftur eftir sjúkuna, málaði hann sínar fyrstu málningar.
Í oktober 1891 fór hann aftur til Paris fyri at lesa list. Hann royndi at sleppa inn á École des Beaux-Arts í 1892, men kláraði ikki upptøkuroyndina. Síðn fór hann á fleiri málaraskeið og seinni sama ár gjørdist hann næmingur hjá Gustave Moreau. Í mars 1895 eydnaðist tað honum at sleppa inn á École des Beaux-Arts.
Hann giftist í januar 1898 við Amélie Noémie Alexandrine Parayre, tey fingu synirnir Jean (1899) og Pierre (1900). Áðrenn tað átti hann dóttrina Marguerite Emilienne í september 1894.
Tá hann var 25 ára gamal málaði hann eina mynd sum eitur ”La liseuse” / ”Lesandi kvinna”, sum gjørdi hann kendan orsakað av tí einfalda stílinum, sum hann málaði við. Hann gekk høgt upp í komposisjón og brúkti sterkir litir. Hann hevði sín egna listaskúla tíðarskeiðið 1908-1911. Seinni ferðaðist hann runt í Evropa og Afrika har hann sýndi verk síni fram.
Eftir seinna heimskríggj gjørdist Matisse sjúkur av krabbameini og kundi tí ikki standa við sítt staffeli og mála. Tí fór hann í gongd við at klippa og klistra myndir / découpage, sum hann eisini gjørdist kendur fyri. Hann hevði eitt hjálparfólk at hjálpa sær við hesum arbeiðnum. Hann helt fram við at klippa og klistra til hann andaðist í Nice hin 3. november 1954. Hann gjørdist 84 ára gamal.
Í Nice er eitt Henri Matisse savn í býarpartinum Cimiez, 164 Av. des Arènes de Cimiez, har ið útgrevstir frá fornøldini eisini eru at finna.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Henri Matisse, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.