Guðmundur Joensen

Guðmundur Joensen úr Hoyvík er ein føroyskur ítróttamaður, sum íðkar triatlon og súkkling.

Triatlon fevnir um súkkling, renning og svimjing. Hann hevur eitt nú vunnið FM í súkkling í 2012 og í 2013 gjørdist hann nummar tvey á Oyggjaleikunum á Bermuda. Í mai 2013 gjørdist hann nummar fimm í hálvum Ironman kapping í Lissabon í Portugal við tíðini 4 tímar 2 minuttir og 46 sekund. Í juni 2012 vann hann triatlon kapping í Íslandi við tíðini 2 tímar og 4 minuttir á OL teininum, sum er 1500 metrar svimjing, síðan 40 kilometrar súkkling, og at enda 10 kilometrar renning. Í 2013 gjørdist hann nummar 18 til HM í Ironman í Las Vegas. Hin 1. mai 2014 varð ein dokumentarsending í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya um Guðmund. Sendingin hevði heitið Føroyski jarnmaðurin. Hann tók farloyvi frá arbeiði frá januar 2014 og íðkaði triatlon burturav eina tíð. Bróðir hansara Kristian Martin Joensen gjørdist tá venjari hansara og Elsa Maria Bærendsen gjørdi venjingar við honum einaferð um vikuna. Hann er útbúgvin múrari og hevur eisini starvast sum varaleiðari í svimjihøllini í Havn. Guðmundur luttók á fleiri triatlonkappingum í 2014, eitt nú á hálv-ironman í Lissabon. Í 2015 umboðaði hann Føroyar á Oyggjaleikum á Jersey. Í 2016 varð hann settur í starv sum leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni.

Lívsleið innan ítrótt

Hálv-Ironman í Lissabon 2014

  • Nr 4 við tíðini 4:01.15, sum var persónligt met. Hann var bara 30 sekund frá bronsuni. Í hálvum ironman verður fyrst svomið 1,9 km. Síðani verða 90 km súkklaðir, og at enda skulu luttakararnir renna hálvt maraton, ið er 21,1 km.

Hálv-Ironman í Lissabon 2013

  • Nr 5 við tíðini 4:02.46

HM í Hálv-Ironman 2013

Guðmundur luttók i heimsmeistarakapping í Ironman í Las Vegas, USA í september 2013. Hann gjørdist nummar 18. Samlaða tíðin gjørdist 4 tímar, 32 minuttir og 24 sekund. Hann brúkti 27 minuttir og 39 sekund um svimjingina, 2 tímar, 30 minuttir og 53 sekund um súkklingina og ein tíma, 28 minuttir og 52 sekund um renningina.

Oyggjaleikir 2013

  • Silvur í triatlon

Triatlon í Íslandi 2012

  • Gull í triatlon, OL teinur, við tíðini 2 tímar, 4 minuttir

FM 2012

Hann hevur vunnið FM í 2012 á tí sonevnda OL-teininum við tíðini 2 tímar 14 minuttir og 55 sekund. Hann vann hóast hann hevði eitt óhapp, har annað hjólið á súkklu hansara mátti skiftast, og so mátti hann bíða til eitt nýtt hjól kom úr Havnini, eftir ætlan skuldi eitt dekk havt ligið við vendipunktið í Kaldbak, men av misgáum lá tað ikki har.

FM í hálvmaraton 2010

  • Gull í FM í hálvmaraton við tíðini 1:17.51

Kring Føroyar

Guðmundur hevur fleiri ferðir fingið heiðursmerki á súkklukappingini Kring Føroyar:

  • 2015 - silvur
  • 2012 - silvur
  • 2011 - silvur
  • 2010 - bronsu
  • 2009 - silvur

Keldur

Slóðir úteftir

Tags:

Guðmundur Joensen Lívsleið innan ítróttGuðmundur Joensen KeldurGuðmundur Joensen Slóðir úteftirGuðmundur JoensenFøroyar á Oyggjaleikum 2013HoyvíkLissabonOyggjaleikir 2015PortugalÍsland

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

9 (tal)ISO 3166-1 alfa-2Gary CooperGoogle5. januar1923Valborg HeinesenNobelvirðislønin í bókmentumMalavi837ÚtvarpSálomonoyggjarnarArnold Vegghamar13. februarMannScience fictionMálAlfrøðiWikiWikiNew JerseyTunlar í Føroyum1918José de San MartínAsia8. januarGrønlandGareth BaleSovjetsamveldiðBeograd2. aprílSprotinVetrar-OL 2014PortugalAtopiskt eksemMagni MohrFraklandRebekka Fuglø2000Sosialir miðlarJóhannes DoyparinUndirhaldMartiniqueChinua AchebeDumboHøgni HoydalFA ŠiauliaiFøroyski tjóðbúninGeorge HarrisonHan-ríkiðISBNTíðarfestingTaivanLettlandMontenegroNikita KhrusjtjovFullveldisríkiBoris JeltsinFøroyskt (mál)13. marsPólskt málMallorkaFranskt málAlgeriaMontréalEnskt málMentanarvirðisløn Landsins2015Uganda🡆 More