Indo-evropeiskt |
---|
Indo-evropeisk mál |
Albanskt | Anatolisk Armensk | Balto-slavisk | Keltisk Germansk | Grikskt | Indo-iransk Italsk | Tokarsk |
Frum-indo-evropeiskt |
Mál | Samfelag | Trúgv Kurgiskt | Jamna | Stríðsøksamentan |
Indo-evropeisk gransking |
Grikskt mál (ελληνικά - ellinika ella ελληνική γλώσσα / elliniki glossa) er ein sjálvstøðug grein av teimum indo-evropeisku málunum. Grikska málið er høvuðsmál í Grikkalandi og á Kýpros. Málið sum tey tosa í dag verður nevnt nýgrikskt, tað sum tey tosaðu og skrivaðu í fornøldini verður nevnt forngrikskt, harumframt eru tað onnur griksk mál, t.d. er nýgrikst ikki bara nýgrikst. Nýgrikskt er móðurmál hjá um 12.250.000 fólkum, harav um 9.850.000 í Grikkalandi og um 580.000 í Kýpros; Nýggja Testamenti er skrivað á koine grikskum, og tað er átrúnaðarligt mál í griksku ortodoksu kirkjuni.
Grikskt Ελληνικά | ||
---|---|---|
Tosað í: | Grikkaland og Kýpros. | |
Tosandi íalt: | uml. 15.000.000 | |
Málætt: | Indo-evropeiskt Grikskt. | |
Málkotur | ||
ISO 639-1: | el | |
ISO 639-2: | gre (B) / ell (T) | |
ISO 639-3: | — . |
Í nógv ár var eitt málstríð (diglossi) í Grikkalandi. Stríðið snúðið seg um, hvørt tey áttu at tosa og skriva eitt grikst mál sum lá so tætt upp at tí forngrikska sum møguligt, katharevusa (tað reinskaða málið), ella um tey skuldu tosað og skriva tað sum tað vanliga fólkið tosaðu, dimotiki. Tey lærdu brúktu í høvuðsheitum katharevusa, t.d. í rættarmálum, á lærdum háskúlum, í fyrisitingini osfr., meðan tey ikki lærdu, ella tað vanliga fólkið, brúkti tað móðurmálið sum tey høvdu lært, dimotiki. Hetta málstríðið endaði í 1976, tá ein nýggj lóg varð sett í gildið, sum segði, at dimotiki nú var tað almenna málið í Grikkalandi.
Tað eru 24 bókstavir í tí grikska alfabetinum, allir hava ein stóran bókstav og ein lítlan bókstav, tó hevur sigma tvey sløg av smáum bókstavum, eitt vanligt sigma (σ) og eitt sum verður brúkt tá eitt orð endar við s (ς).
stórir bókstavir | ||||||||||||||||||||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Α | Β | Γ | Δ | Ε | Ζ | Η | Θ | Ι | Κ | Λ | Μ | Ν | Ξ | Ο | Π | Ρ | Σ | Τ | Υ | Φ | Χ | Ψ | Ω | |||||||||
smáir bókstavir | ||||||||||||||||||||||||||||||||
α | β | γ | δ | ε | ζ | η | θ | ι | κ | λ | μ | ν | ξ | ο | π | ρ | σ/ ς | τ | υ | φ | χ | ψ | ω |
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Grikskt mál, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.