Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo

Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo (franskt: République démocratique du Congo), eisini nevndir Kongo-Kinshasa ella Sair, er eitt stórt land í Miðafrika.

République démocratique du Congo
Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo
Flagg Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo
(Flagg Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo)
Skjaldarmerki Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo
(Skjaldarmerki Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo)
Tjóðarslagorð: "Justice – Paix – Travail"
(føroyskt: Rættvísi - Friður - Arbeiði)
Tjóðsangur: Debout Congolais
Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo
Alment mál Franskt
Høvuðsstaður Kinshasa
Forseti Félix Thisekedi
Forsætisráðharri Jean-Michel Sama Lukonde
Fullveldi 30. juni 1960
(frá Belgia)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
2,344,858 km²
3,3 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2010
 - tættleiki
 
68 692 542
25/km²
Gjaldoyra Kongo frankur
Tíðarøki UTC +1 til +2
Økisnavn á alnetinum .cd
Telefonkota +243

Landið hevur mark ímóti níggju londum: Miðafrikalýðveldið, Suðursudan, Uganda, Ruanda, Burundi, Tansania, Sambia, Angola og Kongo. Høvuðsstaður er Kinshasa. Landið hevur umleið 62 mió. íbúgvar og høvuðsmálið er franskt.

Hungursneyðin í Kongo er stór (2012). Í fimm landspørtum doyggja hvønn dag í minsta lagi 700 børn yngri enn fimm ár. Einans eitt av fimm børnum hevur nøktandi føðslu. Út við 530.000 børn yngri enn fimm ár og meira enn ein miljón kvinnur hava tørv á matvøruhjálp. Ófriður við ógvisligum harðskapi, høgir matvøruprísir og heimskreppan hava sambært WFP økt matvørutrotið í Kongo.

Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo er land við stórum náttúruríkidømi, sum gjøgnum árini er útnyttað av øðrum londum, feløgum, uppreistrarbólkum og lógloysingum. Eisini hava borgarkríggj forðað fyri, at landið hevur kunnað gagnnýtt landsins ríkidømi. Kongo var belgiskt hjáland frá 1884 til 1960. Tað gjørdist sjálvstøðugt undir navninum Belgiskt Congo, men broytti navn í 1971 til Zaire. Í 1997 broyttist navnið til Democratic Republic of the Congo.

Fólkið

Kongoáin er sum ein ovurstórur bugur ígjøgnum alt landið og er sjálv lívæðrin í landinum. Veðurlagið er lýtt og slavið, mesta fólkið livir av landbúnaði. Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo er eyðkent fyri sermerktu list sína. Kubafólkið miðskeiðis í landinum nýtir skeljar, perlur og raffia - tægrir úr pálmabløðum, tá ið tey gera mátingar - mynstur. Diamantar, kopar og kobolt eru 80 % av inntøkunum í landinum.

Landafrøði

Kongo er eitt óføra stórt ríki, men har er fátt við fólki. Hetta kemur av, at stórir partar av landinum eru avvaksnir við veldigum regnskógi, og í regnskóginum er ógvuliga tunnligt við fólki. Norðuri í buginum á Kongoánni eru stórar víddir av vátlendi, sum eru yðjandi fullar av eitrandi mýggjum og flugum. Hesar víddir eru fullkomiliga mannleysar. Savannan norðan fyri og sunnan fyri regnskógin er mangastaðni heilt fjølbygd, tí hon er tað besta búnaðarlandið, har belgiarnir hava havt urtagarðar sínar og hava lært afrikanarnar at handfara jørðina tíðarhóskandi.

Landslutir

Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo 
Landslutir í Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo.
  1. Bandundu
  2. Bas-Kongo
  3. Équateur
  4. Kasai-Occidental
  5. Kasai-Oriental
  6. Katanga
  7. Kinshasa (høvuðsstaðarøki)
  8. Maniema
  9. Norðurkivu
  10. Orientale
  11. Suðurkivu

Søga

Kongolandið var í hjálandatíðini skift ímillum Frakland og Belgiu; Frakland átti landið vestan fyri Kongoánna, og Belgia átti landið eystan fyri Kongoánna. Hin belgiski parturin av Kongo gjørdist sjálvstýrandi tjóðveldi; hann fekk sær Leopoldville til høvuðsstað og kom tí at eita Kongo Leopoldville, men eitur nú Kinshasa. Síðan Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo ella Kongo Kinsaha sleit frá Belgia í 1960, hava borgarakríggj og harðrent einaræðisstýrið plágað landið. Hesir tvørleikar og fallandi prísur á útflutningsvørum hava gjørt, at Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo er av fátækastu londum í heiminum.

Politikkur

Mannarættindabrot

Sjúkrahús í Fólkaræðiliga Lýðveldinum Kongo gera vart við, at higartil í ár (okt. 2012) eru umleið 5000 kvinnur neyðtiknar har norðuri í landinum. Neyðtøkur eru vorðnar støðugt meiri vanligar í Kivu-landspartinum. Myndugleikarnir siga, at neyðtøkumenninir eru fyrrverandi hermenn úr tutsi-ættarbólkinum, sum tóku seg burtur úr stjórnarherinum í apríl. Teir hava neyðtikið kvinnur og burturflutt menn og ungar dreingir og noytt teir at taka lut í bardøgum við stjórnarherin. Amnesty International sigur, at neyðtøkurnar og burturflytingarnar verða brúktar til at ræða fólk við.

Sí eisini

Ávísingar úteftir

Wiki FøroysktFólkaræðiliga Lýðveldið Kongo 
Wiki Commons logo

Tags:

Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo FólkiðFólkaræðiliga Lýðveldið Kongo LandafrøðiFólkaræðiliga Lýðveldið Kongo SøgaFólkaræðiliga Lýðveldið Kongo PolitikkurFólkaræðiliga Lýðveldið Kongo Sí eisiniFólkaræðiliga Lýðveldið Kongo Ávísingar úteftirFólkaræðiliga Lýðveldið KongoAfrikaAngolaBurundiFranskt málHøvuðsstaðurKongoMiðafrikalýðveldiðRuandaSambiaSuðursudanTansaniaUganda

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Gareth BaleEnskt málÚtvarpMontenegroBelgiaPalestinaKarin KjølbroHøgni HoydalEvaAlkoholWashington D.C.Italskt málSøguligar hendingarGNU Free Documentation LicenseKolumbiaGeorgia (land)Føroyski tjóðbúninAntarktisKurt GödelFranz BeckenbauerRoberto BaggioEvnafrøði13. januarPostnummur í Føroyum2021Vladimir LeninFamiljan GriffinFuglurFirvaldurGasageirinFøroyskir rithøvundarAlec GuinnessMuhammad AliFranskt málAndy WarholTórshavnFerðavinnaDanmarkAsiaEysturtýsklandAvstraliaPaddaWhake1. marsTórurMeksiko10. aprílChips (orkestur)Algeria2002StavraðISO 3166-1Hugo ChávezHøvuðsstaðurKnezPetteri OrpoEvropeiska SamveldiðTýsklandBradley CooperGran CanariaBahá'í trúgvinŁBygdir og býir í FøroyumForsíðaAKB48New JerseyKatrin OttarsdóttirEysturoyartunnilin13. februar11. desemberJóhan Hendrik Winther PoulsenHM fótbóltur🡆 More