Lýðveldið Djibuti (franskt: République de Djibouti, arabiskt: جمهورية جيبوتي) er eitt lítið land í Eysturafrika.
| |||
Tjóðarslagorð: "Unité, Égalité, Paix" | |||
Tjóðsangur: Djibuti1 | |||
Alment mál | Arabiskt og Franskt | ||
Høvuðsstaður | Djibuti | ||
Forsætisráðharri | Abdoulkader Kamil Mohamed | ||
Forseti | Ismaïl Omar Guelleh | ||
Fullveldi | 27. juni 1977 (frá Fraklandi) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) | 23.200 km² 0.09% | ||
Íbúgvar - tilsamans 2023 - tættleiki | 976.143 37.9/km² | ||
Gjaldoyra | Franc (DJF) | ||
Tíðarøki | UTC +3 | ||
Økisnavn á alnetinum | .dj | ||
Telefonkota | +253 | ||
1 ella Jabuuti (somaliskt); جيبوتي 'Jibuti' (arabiskt). |
Djibuti hevur mark við Etiopia, Eritrea og Somaliland. Landið hevur 976 143 íbúgvar (2023). Djibuti er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Djibuti. Lítla oyðimarkarlandið Djibuti gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1977. Flestu fólk har eru flakkfólk. Landið hevur stóran týdning fyri henda partin í Afrika, tí at høvuðsstaðurin, ið eisini eitur Djibuti, er einasti stóri havnabýur afrikamegin Reyðahav. Inntøkurnar frá havnini eru høvuðsgrundarlagið undir búskapinum í Djibuti.
Región | Vídd (km2) | Fólkatal | Høvuðsstaður |
---|---|---|---|
Ali Sabieh, (Région d'Ali Sabieh) | 2 200 | 75 005 | Ali Sabieh |
Arta, (Région d'Arta) | 1 800 | 69 047 | Arta |
Dikhil, (Région de Dikhil) | 7 200 | 80 023 | Dikhil |
Djibuti, (Ville de Djibouti) | 200 | 604 013 | Djibuti |
Obock, (Région d'Obock) | 4 700 | 40 128 | Obock |
Tadjoura, (Région de Tadjourah) | 7 100 | 79 567 | Tadjoura |
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Djibuti, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.