David Johannesen

David Johannesen (føddur 19.

mai 1949 í Miðvági) er ein føroyskur prestur, skald, rithøvundur og týðari.

Tá ið David hevði tikið realprógv í 1967 á Giljanesi, fór hann niður til Danmarkar, har hann í 1969 tók klassiskt málsligt studentsprógv á Rønde Kursus. Í 1976 tók hann gudfrøðiligt embætisprógv við lærda háskúlan í Århus. David var sóknarprestur í Vága prestagjaldi frá 1. august 1977 til 1. august 2012.

Hann er sonur Steintór Johannesen, skipara úr Miðvági og konu Marin Kristinu, fødd Davidsen, úr Kvívík. David giftist 27. juni 1981 við Siggu Mariu Joensen, radiografi, úr Klaksvík. Tey eiga tríggjar døtur, Maritu, Karin Elisu og Honnu Kristinu.

Útgávur

Skaldsøgur

  • 2010: Dirvi til at liva. Skaldsøga.
  • 2017: Framtíðarvónir. Skaldsøga.
  • 2022: Vón og væntan. Skaldsøga.

Yrkingar

  • 1980: 21 yrkingar
  • 1982: 30 yrkingar
  • 1990: 50 yrkingar
  • 1998: 70 yrkingar
    • 2008: 2. broytt útgáva
  • 2000: 110 yrkingar
    • 2009: 2. broytt útgáva

Aðrar útgávur

  • 1991: Skrivað tvær greinir í bókini, Martin Luther - ein avbjóðing tá og nú.
  • 2003: Lív hóast deyða. Stuttir lestrar til hvønn dag í árinum.
    • 2011: 2. broytt útgáva
  • 2006: Martin Luther. Søga og gudfrøði.
  • 2007: Martin Luther: Frælsi teirra kristnu. Greinir og ritgerðir.Týðing.
  • 2014: Martin Luther: Kirkjan í bábilskum fangilsi.Týðing.
  • 2015: Svend Lerfeldt: Lutherbókin. Luthers lív og tankar lýstir við sitatum úr verkum hansara.Týðing.
  • 2015: Andin og orðið. Ein lestrabók. Fyrra tekstarøð.
  • 2015: Andin og lívið. Ein lestrabók. Onnur tekstarøð.
  • 2015: Krossgil. Føstulestrar.
  • 2016: Tilverutankar. Stuttsøgur og hugleiðingar.
  • 2018: Martin Luther: Til dagin og vegin. Tankar um trúnna. Týðing.
  • 2019: Martin Luther: Sannleikans orð. Fortalur til Halgubók. Týðing.
  • 2023: Martin Luther: Bøn og bót. Týðing.

Keldur

Tags:

David Johannesen ÚtgávurDavid Johannesen KeldurDavid Johannesen19. mai1949Miðvágur

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

San Marino3. november920-áriniZulu mál2005Uni ArgeNobelvirðislønin í bókmentumHvítusunna24. oktober.bwIngilín Didriksen StrømTórshavnJallurinVíkingur 2008MálWashington D.C.FK SūduvaReyði KrossurPersiskt málEinahandilUSAPhilip Reinert OvenbergVenceslaus Ulricus HammershaimbMontréalVestari ÁarbakkiBleikjaLincoln (Ongland)170-áriniOmanStjørnufrøði.cnNoreg29. marsBjarni Kárason PetersenHelgi Dam ZiskaSavningarflokkurinPolitikkur í FøroyumHúsavíkNepal23. februarZEysturríkiFuglur.vaSjavsurBoksarauppreistur23. aprílLitavaWikipediaAlheimsgerðEstlandEnid BlytonMarius Ziska210-áriniOyggjaleikir 201528. februarFausto CercignaniBritney SpearsJapanTunlar í FøroyumColoradoSøren PilmarkOntarioLæknar5. juni.yt1042640Kirundi🡆 More