Burundi

Tjóðveldið Burundi (kirundi: Republika y'Uburundi, franskt République du Burundi, enskt Republic of Burundi) er eitt land í Miðafrika.

Tjóðveldið Burundi
Flagg Burundi
(Flagg Burundi)
Skjaldarmerki Burundi
(Skjaldarmerki Burundi)
Tjóðarslagorð: "Ubumwe, Ibikorwa, Amajambere"
Tjóðsangur: Burundi bwacu
Burundi
Alment mál Kirundi, Franskt, Enskt
Høvuðsstaður Bujumbura
Forseti Évariste Ndayishimiye
Varaforseti Prosper Bazombanza
Fullveldi 1. juli 1966
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
27,834 km²
7,8 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
10,395,931
314.3/km²
Gjaldoyra Brundiskur frankur
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .bi
Telefonkota +1

Burundi hevur mark við Tansania í bæði í syðri og eystri, Uganda í norðri og í vestri við Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo. Høvuðsstaðurin í Burundi er Bujumbura. Bujumbura er eisini størsti býur og hevur umleið 500 túsund íbúgvar. Í Burundi búgva góðar 10 milliónir fólk í 2014. Felagsskapurin fyri búskaparligum samstarvi og menning (OECD) hevur flokkað landið í bólkin heimsins fátækastu lond.

Langa borgarakríggið hevur gjørt landið blóðfátækt, livikorini eru vánalig og barnadeyðin sera høgur.

Søga

Til Burundi og Ruanda fingu sjálvstyri í 1962, vóru londini eitt land. Í báðum londum búgva tutsiar og hutuar, og stríðið ímillum hesi bæði fólkasløgini er eisini farið illa við Burundi. Í 1972 drupu tutsiar einar 10.000 hutuar.

40 % av skúlunum vóru oyðilagdir undir krígnum, sum herjaði í 90unum til byrjanina av hesi øldini. Upplýst verður í 2014, at enn eru einans 15 % av skúlunum bygdir uppaftur. Stjórnin hevur gjørt av, at skúlagongd skal vera ókeypis.

Búskapur

Ógvuliga mong fólk eru flýdd higar úr krígsherjaða Ruanda; hetta hevur stórar trupulleikar við sær, tí at Burundi er sera fjølbygt og líka fátækt sum granni sín fyri norðan. Flestu fólk í Burundi liva av landbúnaði. Á fruktabesta lendinum býr so nógv fólk, at hvørt húski eigur bara so mikið avjørð, at tey so dánt fáa breyðføtt seg góð ár. Óár er stórur vandi fyri hungursneyð. Flestir bøndur her á leiðini royna bara at føða seg og húski sítt, annaðhvørt velta teir ymsa grøði ella halda teir neyt. Í hálendinum, har veðurlagið er vátt, men ikki so heitt, er fruktagóð gosøskujørð, og her eiga búnaðarfyritøkur stórar lundir, har tær dyrka te og kaffi til útflutnings. Sum fólkið er fjølgað, eru mangir garðar so smábýttir, at bøndurnir hava verið noyddir at velta niðan í brøttu líðirnar; tað ger, at í nógvum avfalli loypur oman, og soleiðis er nógv lendið oyðilagt. Jarðartýning er stórur trupulleiki, tí nógvur skógur verður ruddaður at fáa dyrkilendi.

Mentan

Í Burundi verða frásagnir og tónleikur borin ætt eftir ætt av mannamunni. Fólkadansur tutsianna verður hildin at vera ímillum tað kendasta, afrikonsk mentan eigur.

Ávísingar úteftir

Wiki FøroysktBurundi 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið


Kelduávísingar

Tags:

Burundi SøgaBurundi BúskapurBurundi MentanBurundi Ávísingar úteftirBurundi KelduávísingarBurundiAfrikaFelagsskapurin fyri búskaparligum samstarvi og menningFólkaræðiliga Lýðveldið KongoKirundiTansaniaUganda

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Fjøll í FøroyumJanuarFríðrikur PetersenJútland12. februarAvstraliaOregonSvalbarðKøvievniYvirgangsálopið móti Charlie HebdoRonald ReaganKonservatismaÍrland (land)FøroyingarFebruarSerrekunda2004Heimsins londGulerla1. augustKanadaSgt Pepper's Lonely Hearts Club Band (LP)Marlene DietrichKappróðrar úrslit30. marsÆtlanarbúskapurEysturoyartunnilinOpið innihaldNorrøn gudalæraSovjetsamveldiðKokain10. januarSameindu EmirríkiniH. N. Jacobsens BókahandilOvurteksturFirenseLiberalismaKjadGrønland1974LógarbrotParisAthenRasmus Rasmussen, tónleikariKeypmannahavnAugustusMeginfelag Føroyskra Studenta.glVÍF13. augustFaðir várVága floghavnLjóðfrøðiWilliam ShakespeareRio de JaneiroSøgaTelefonlandakoturGlobala upphitingin12. marsMiðøldinJames GandolfiniTíðarsonurTelduspølSierra LeonaPostnummur í FøroyumShia IslamLitavaReyðahaviðLouisianaTrygdarráð ST🡆 More