Bermuda

Bermuda er ein oyggjabólkur sum hoyrir til Bretland, sum liggja í Norðuratlantshavi eystanfyri USA.

Bermuda
Flagg Bermuda
(Flagg Bermuda)
Skjaldarmerki Bermuda
(Skjaldarmerki Bermuda)
Tjóðarslagorð: Quo Fata Ferunt
Tjóðsangur: God Save the Queen
Bermuda
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður Hamilton
Drotning Elizabeth II
Forsætisráðharri E. David Burt
Fullveldi einki
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
53,57 km²
Íbúgvar
 - tilsamans 2016
 - tættleiki
 
63 779
1191/km²
Gjaldoyra Bermuda dollari (BMD)
Tíðarøki UTC -4
Økisnavn á alnetinum .bm
Telefonkota +1-441

Nærmasta stað í USA er Cape Hatteras, North Carolina, sum liggur umleið 1030 km í ein útnyrðing frá Bermuda.

Bermuda
Kort av Bermudaoyggjunum. Eini 65.000 fólk búgva í Bermudaoyggjum, ið eru sum hálv Sandoy til víddar.

Oyggjarnar liggja 1.239 kilometrar sunnanfyri Cape Sable Island, Nova Scotia, og 1.770 kilometrar í ein landnyrðing av Miami.

Oyggjarnar eru 53,2 km2 til støddar. Í 2010 var fólkatalið 64.268 og fólkatættleikin var 1.275 pr. km2. Høvuðsstaðurin eitur Hamilton, tó var St. George tann fyrsti høvuðsstaðurin, og er St. George tann elsti enskt-talandi býurin uttanfyri Stórabretland í heiminum.

Bermuda er tað norðasta og eystasta staðið av Burmuda-trýkantinum, har tað sigst at nógv skip eru gingin burtur og flogfør eru dottin niður á mystiskan hátt.

Søga

Bermuda 
Devonshire skansin, teknaður í 1614, teknað av Captain John Smith.

Bermuda oyggjarnar vóru funnar í 1505 av spanska Juan de Bermúdez kapteini, sum oyggjarnar eru uppkallaðar eftir. Í 1609 stovnaði Virginia Company eina búseting á Bermuda, hetta var tvey ár eftir, at sama fyritøka hevði sett á stovn býirinir Virginia og Jamestown á amerikanska kontinentinum. Búsetingin fór fram tá ein ódn herjaði øki og tað søkkandi enska skipið Sea Venture noyddist at stýra á eitt sker har um leiðir, so at manning og ferðafólk kundu fara í land. Virginia Company stýrdi oynni til 1614, tá ein onnur fyritøka Somers Isles Company, tók yvir og hevði ræði á oynni til 1684, tá bretar tóku valdið á oynni.

Í 1707 vóru oyggjarnar alment innlimaðar í Stóra Bretland.

Tíðarlinja

  • 1505 – Oyggjarnar vóru funnar av spaniólanum Juan de Bermúdez
  • 1609 – Tey fyrstu niðursetufólkini búsettust á Bermuda, tey vóru úr Stórabretlandi
  • 1679 – Bermuda gjørdist bretsk koloni, tó ikki alment fyrr enn í 1707
  • 1707 - Oyggjarnar vóru alment innlimaðar í Stóra Bretland.
  • 1797 – Ein bretsk hernaðarbasa varð bygd á oynni
  • 1834 – Trælahald gjørdist ólógligt á Bermuda
  • 1968 – Oyggjarnar fingu sjálvstýri

Ítróttur

Bermuda 
Ein strond í Bermuda.

Oyggjaleikir

Bermuda er limur í Oyggjaleikunum, har Føroyar eisini eru limir. Oyggjaleikir 2013 verða á Bermuda. Bermuda luttekur eisini á Olympisku Leikunum.

Olymisku Leikirnir

Tey hava eitt nú luttikið í sigling, svimjing, kaving, frælsum ítrótti og triatlon.

Slóðir úteftir

64°47′0″W / 32.30500°N 64.78333°W / 32.30500; -64.78333

Wiki FøroysktBermuda 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur


Tags:

Bermuda SøgaBermuda TíðarlinjaBermuda ÍtrótturBermuda Slóðir úteftirBermuda KeldurBermudaBretlandNorth Carolina

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Marius ZiskaTítlingskongurGeorg I av StórabretlandiAdolf HitlerGuantánamo fangaleganJarnUTCMalan EyðunsdóttirSúlukongurBetty FariaFøroyarNobelvirðislønin í bókmentumSveimari10. august18451664WakeoyggjKalifornia119 f.Kr.504Tunlar í FøroyumSick of MyselfWashington666201320163. áratúsundMánadagurKýpros285 f.Kr.Microsoft Windows92018. august2018Pass2016–17 UEFA Champions League qualifying phase and play-off roundHebraiskt mál1368658 f.Kr.NoregHósdagurDimmalættingSpaniaHavnar BóltfelagVindorka808SólorkaSkógurFrance GallTSystem of a DownPólland1470Britney Spears1985ÓðinshaniBretska hersetingin í FøroyumSachsen-AnhaltGNU Free Documentation LicenseThe Sword in the Stone (filmur)Indiska HaviðWiki1506🡆 More