Bali

Bali ([á indonesiskum: Pulau Bali, Provinsi Bali) er ein oyggj og landslutur í Indonesia.

Í landslutinum eru oyggin Bali og nakrar aðrar smærri grannaoyggjar, har tær kendastu eru Nusa Penida, Nusa Lembongan og Nusa Ceningan. Bali liggur longst móti vestri av oyggjabólkinum Lesser Sunda Islands, millum Java har vesturi og Lombok har eysturi. Høvuðsstaðurin, Denpasar, liggur í syðra parti av oynni.

Bali
Landslutur
Bali
Bali
Bali
BaliBali
BaliBaliBali
Frá ovast vinstru til høgru:
Sólsetur yvir Amed strond við Mount Agung í baksýni, Garuda Wisnu Kencana standmyndin, Tanah Lot templið, útsýnið av toppinum á Besakih Templinum, kavan kring Pemuteran, sólsetur við Kuta Beach, og ymiskt siðbundi virksemi hjá balinesiska fólkinum
Official seal of Bali
Seal
Kelinavn: Pulau Dewata (Guds oyggj), Gudanna oyggj, Friðaroyggin, Heimsins morgun, Hinduismunnar oyggj, Kærleiksoyggin
Motto: Bali Dwipa Jaya (Balinesiskt)
(merkir: Glæsiliga Bali)
Staðseting av Bali í Indonesia (víst við grønum)
Staðseting av Bali í Indonesia (víst við grønum)
Land Bali Indonesia
Høvuðsstaður Bali Denpasar
Stjórn
 • Guvernørur I Made Mangku Pastika (PD)
 • Varaguvernørur I Ketut Sudikerta
Øki
 • Tilsamans 5.780 km2 (Bad rounding here2,200 sq mi)
Fólkatal (2014)
 • Tilsamans 4.225.384
 • Tættleiki 730/km2 (1,900/sq mi)
Fólkafrøði
 • Etniskir bólkar Balinesarar (90%), Javanesarar (7%), Baliaga (1%), Maduresar (1%)
 • Átrúnaður Hindu (83,5%), muslimar (13,4%), kristin (2,5%), buddhistar (0,5%)
 • Mál Indonesiskt (alment), balinesiskt, balinesiskt malay
Tíðasona WITA (UTC+08)
Akfar skráseting DK
HDI Increase 0.724 (High)
HDI nr. 5. av 34 (2014) landslutur í Indonesia
Heimasíða www.baliprov.go.id
Bali (oyggj)
Lokalt navn: Pulau Bali
Bali
Bali Island, Indonesia
Jarðfrøði
Oyggjabólkur Lesser Sunda Islands
Vídd 5.636 km2 (2.176 sq mi)
Longd 145 km (90,1 mi)
Breidd 80 km (50 mi)
Hægsta upphevjan 3,148 m (10,328 ft)
Hægsta punkt Mount Agung
Land
Indonesia
Landslutur Bali
Størsta búpláss Denpasar (pop. 834.881)
Fólkafrøði
Etniskir bólkar Balinesarir, javafólk, sasak

Fólkatalið var 3.890.757 í fólkateljingini í 2010, og 4.225.000 pr. januar 2014, á oynni býr størstiparturin av hinduistiska minnilutanum í Indonesia. Sambært fólkateljingini 2010 vóru 83,5% av íbúgvunum á Bali balinesiskir hinduar, harnæst vóru 13,4% muslimar, 2,5% vóru kristin og 0,5% buddhistar.

Bali er eitt vælumtókt ferðamál, og ferðavinnan er økt síðan 1980-árini. Oyggin er kend fyri framkomna list, eitt nú bæði siðbundnan og nútíðar dans, skurðmyndalist, málningalist, leður og tónleik. Indonesian International Film Festival verður hildin hvørt ár á Bali. Í mars 2017 nevndi TripAdvisor oynna sum heimsins høvuðsferðavinnumál í teirra Traveler's choice award.

Bali er partur av Coral Triangle, ið er øki við tí hægsta lívfjølbroytni í havumhvørvinum. Bara í hesum økinum eru yvir 500 sløg av koralldýrum. Til samanberingar er hetta meira enn sjey ferðir so nógv sum í øllum Vesturindisku oyggjunum.

Bali var vertur fyri ASEAN Summit 2011, APEC 2013 og Miss World 2013. Bali er heimstaður fyri Subak Irrigation System, ið er ein UNESCO heimsarvur.


Søga

Fornøld

Bali varð bygt umleið 2000 f.Kr. av avstranesiskum fólkum, ið fluttu til oynna. Tey komu siglandi úr Suðureysturasia og Osiania. Mentanarliga og málsliga eru balinesar í nærmastu ætt við fólk í indonesiska havinum, Malaisia, Filipsoyggjum og Osiania. Verktoy av steini frá hesi tíðini eru funnin nærindis bygdini Cekik har vesturi á oynni.

Veðurlag

Bali liggur bert 8 gradir sunnanfyri miðkringin og hevur tí eitt javnt verðurlag alt árið. Miðalhitin liggur um 30°C við luftvætu á umleið 85%.

Lægsti hiti um dagin liggu millum 20–33°C, men hitin minkar munandi uppi í hæddunum.

Regntíðin er frá umleið oktober til apríl, og tá kann tað regna sera nógv, serliga frá desember til mars. Á páskum og á jólum er veðrið sera skiftandi og ringt at spáa um.

Tá ið tað ikki er regntíð kann luftvætan vera lutfalsliga lág og tað er ósannlíkt at tað regnar har ið láglendi er.

Ítróttur

Bali er eitt týðandi stað fyri surfarar, har eru vælumtókt støð fyri surfarar á suðursíðuni av oynni og á strondunum á oynni Nusa Lembongan.

Bali var vertur fyri Asian Beach Games 2008.

Bali er heimstaður hjá fótbóltsfelagnum Bali United, ið spælir í Liga 1.

Keldur

Tags:

Bali SøgaBali VeðurlagBali ÍtrótturBali KeldurBaliIndonesia

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Plantulívið í Føroyum2021Oyggjaland í sólLikkaP-tal22. novemberGerald FordBleikjaJakartaNicolae Ceauşescu23. aprílTunglyndi1945Føroya Arbeiðarafelag.nrStórabretlandSystem of a Down1984UpphavsrætturAlfrøðiTaivanAnthony BourdainHvalbaMývatnVágurBloggurSjórænararG! FestivalBjörn Gustafsson1944AdventistarRuandaFuglurListasavn Føroya22. aprílBilarDýrSeyðabræviðBjørnstjerne BjørnsonMálfrøðiEgyptalandBrasiliaGasageirinSameindu EmirríkiniFótbóltur í Føroyum20. februarThe DoorsVáclav Havel2. desemberFíggjarkreppan 2007-200927. aprílTalJødadómurFilmurOntario7. februarÍtróttarfelagið HvirlanKirkjubømúrurinTunlar í FøroyumElvis PresleyPalestinaMount EverestBjörn SkifsJóhannes av SkarðiSeinni heimsbardagi🡆 More