Atopiskt Eksem

Atopiskt eksem (eisini nevnt barnaeksem, atopisk dermatitis og prurigo besnier) er ein ikki smittandi sjúka, sum hevur við sær sviða, turra húð og útslett (eksem), sum kann koma og fara.

Tá tað eru smábørn ið fáa eksem, verður tað nevnt barnaeksem, men vaksin kunnu eisini fáa atopiskt eksem.

Atopiskt Eksem
Atopiskt eksem.

Børn við barnaeksem mangla tey natúrligu fitievnini í húðini, sum knýta húðkyknurnar saman. Av hesari orsøk dampar fukturin lættliga frá húðini, sum tí verður turr og rúðrut.

Orsøkir til atopiskt eksem

Orsøkin til atopiskt eksem er ókend, men man hevur illgruna um ymiskar faktorar ið kunnu spæla ein týðandi leiklut. Bæði arvur og umhvørvi eru møguligir faktorar, ið kunnu vera orsøk til at summi børn og vaksin fáa barnaeksem/atopiskt dermatitis. Flestu børn við barnaeksem hava foreldur ella systkin við hoyfepur, astma ella barnaeksem. Tó hava kanningar víst, at børn ið eru vaksin upp í heimi sum hevur havt hund, hava minni vanda fyri at fáa atopiskt eksem.

Arvur

Um ein av foreldrunum hevur ella hevur havt astma, hoyfepur ella barnaeksem, er vandin fyri at barnið fær barnaeksem 26 %.

Um bæði foreldrini hava ella hava havt astma, hoyfepur ella barnaeksem, er vandin fyri at barnið fær barnaeksem 40 %.

Umhvørvi

Uml. 20 % av børnum, fødd í Danmark, fáa barnaeksem. Í 1960 var talið 3 %. So statt er mongdin av tilburðum í stórum vøkstri. Av tí at tær arvaligu orsøkirnar ikki eru munandi broyttar síðstu árini, halda granskarir, at umhvørvið má vera ein týðandi orsøk til mongu tilburðarnar. Enn vita granskarar tó ikki hvat tað er, sum er orsøk til barnaeksem, men síggja at vøksturin av tilburðum er størstur í londum við vesturlendskum lívstíli.

Wiki FøroysktAtopiskt Eksem 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Húð

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Jóhan landleysiEgyptalandKaribia9. marsNATOVladimir PutinTadsjikistanBermudaChinua AchebeAlgoritmaAlkoholSotsjiBloggurKanadaValborg HeinesenConway TwittyØstrogenDumboKongsríki DanmarkarPetteri OrpoSingapor19281922Jon Fosse640UndirhaldVestanstevnaTú alfagra land míttFred AstaireDanskt mál2020HM fótbólturFerðavinnaMark Cavendish192319. marsKyndilEvropeiska SamveldiðISBNGnagdýrRené DescartesNew JerseyPotsdamHydrogen1974Yvirgangsálopið í Orlando 201626. novemberJohn GoodmanYayoi KusamaJapanFamiljan GriffinHongkong923Atopiskt eksemTórurTjóðartingsvalið í Stóra Bretlandi 20152028RichterstiginArnold VegghamarAlfrøðiMagni MohrSvøríkiRinganna Harri - Ringliðið (filmur)Haiti837Nobelvirðislønin í bókmentumGalileo GalileiDima BilanTunlar í FøroyumAlfred HitchcockTurkalandKinaWikimedia🡆 More