Alkohol

Eitt alkohol er, í evnafrøðiligum høpi, eitt lívrunnið mýl við einum ella fleiri hydroxybólkum (-OH).

Rúsandi løgurin vit vanliga nevna alkohol eitur í evnafrøði ethanol (sí mynd). Alkoholir verða nevnd við endingini -ol ella, um aðrir hægri raðfestir bólkar eru í mýlinum, við hydroxy-. Eitt mýl við einum hydroxybólki bundnum til ein benzenring kallast ein phenol og verður ikki roknað sum eitt alkohol.

Alkoholir verða deild í tríggjar bólkar:

  • Primer alkoholir, hydroxybólkurin er bundin til eitt carbonatom, ið hevur hægst eitt annað carbonatom sum nábúgva.
  • Sekunder alkoholir, hydroxybólkurin er bundin til eitt carbonatom, ið hevur tvey onnur carbonatom sum nábúgvar.
  • Tertier alkoholir, hydroxybólkurin er bundin til eitt carbonatom, ið hevur trý onnur carbonatom sum nábúgvar.


Dømi um nøkur alkohol:

Alkoholir

Framleiðsla

Framleiðsla av alkoholum kann gerast á nógvar ymiskar mátar. Niðanfyri er ein listi yvir teir mest nýttu.

Reaktiónir

Alkoholir kunnu reagera á óteljandi mátar. Niðanfyri er ein listi yvir nakrar av teimum mestu vanligu reaktiónunum.

  • Oxidatión av einum primerum alkoholi gevur eitt aldehyd ella eina carboxylsýru
  • Oxidatión av einum sekunderum alkoholi gevur eina keton
  • Dehydratión gevur eina alken
  • Nukleofil substitutión av einum halogenidið gevur ein ether

Sí eisini

Wiki FøroysktAlkohol 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

MýlPhenol

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Suðurkorea7. septemberNoregSjómílStar Wars1737SafariØldirUpprunaamerikanararSansibarFuglar í Føroyum1. desemberNiðurlendskt málFótbólturRigaGuadeloupe2016South DakotaJaguarurButanAnna drotning16962018Eintracht FrankfurtAdobeAprílJLisboa41031. marsVenusTeknirøðAlfrøðiÍsrael800MadridPixar2021SuðurafrikaTongaÍtróttur149219921983Martin LandauSenatið í USADominikaSálomonoyggjarnarKrim hálvoyggin8. desember1718Kykna19. juliKamelurArabiskt málGrindahvalur20. februar.pyDubaiArgentinaEkvadorSpanskt mál2023ISO 3166-11993SaksunOklahoma City1. mai🡆 More