apríl er dagur 102 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 103 um skotár er). 263 dagar eru eftir av árinum.
Hendingar
- 1814 - Napoleon roynir at fremja sjálvmorð við arsen-eitri, men royndin miseydnast.
- 1861 - Amerikanska Borgarakríggið brestur av álvara á hendan dagin.
- 1940 - Stóra Bretland hertekur Føroyar.
- 1961 - Jurij Gagarin verður fyrsta menniskja út í rúmdini í Vostok 1.
- 2014 - Pál Joensen vann gull í 1500 m. frí finaluni í Cup Eindhoven. Tíðin hjá Páli var 15.19.20
- 2014 - Havnamaðurin Martin Berg gjørdist íslendskur meistari í inniróðri. Hann róði í bólkinum tungvekt, og kappaðist á 2000 metrum. Hann kom á mál við tíðini 6.08.5, sum var nýtt íslendskt met. Orsakað av, at Martin Berg hevur íslendskar røtur, verður metið skrásett.
- 2014 - Durita Jensen vann FM í borðtennis, einmansleiki hjá kvinnum, bert 15 ára gomul. Hon vann finaluna móti Annu Mikkjalsdóttir 3-0, settmunurin var 14-12, 11-6 og 11-4.
- 2014 - Fróði F. Jensen úr Tvøroyrar Borðtennisfelag vann FM í einmansleiki hjá monnum. Hann vann finaluna móti Peter Niclasen, sum vann FM í 2013. Hann vann dystin 4-2. Settúrslitini vóru hesi: 12-10, 10-12, 8-11, 11-6, 11-8 og 12-10.
- 2014 - Regin á Rógvi úr Sunda Judofelag vann FM hjá ungum monnum. Hann vann finaluna á Ari Johannesen úr Havnar Judofelag. Petur Sigurd Johannesen úr Sunda Judofelag vann føroyameistaraheitið hjá monnum móti Edvardi Johannesen, úr Sunda Judofelag.
- 2014 - Nicolaj Gunnarstein vinnur FM í einmansleiki í badminton hjá monnum. Hann vann móti stórabeiggja sínum Benjamin Gunnarstein. Teir búgva niðri í Danmark og eru hálvir føroyingar. Nicolaj vinnur 2-0. Settúrslitini vóru 21-11 og 21-16.
- 2014 - Rannvá Carlsson er trífaldur føroyameistari triðja árið á rað. Í einmansleikinum spældi hon móti Kristinu Eriksen. Hon vann 2-0 við settúrslitunum 21-10 og 21-9.
- 2015 - Jákup á Borg setir met við at skora mál nummar 148 í bestu føroysku fótbóltsdeildini, gamla metið á 147 mál átti John Petersen.
Føðingar
- 1577 - Kristjan IV, danskur kongur (d. 1648)
- 1928 - Hardy Krüger, týskur sjónleikari (d. 2022).
- 1936 - Svenning Tausen, føroyskur rithøvundur (d. 2013)
- 1940 - John Hagee, sjónvarpsprestur og stuðul hjá John McCain.
- 1940 - Herbie Hancock, amerikanskur tónleikari.
- 1942 - Jacob Zuma, suðurafrikanskur forseti.
- 1946 - Ed O'Neill, amerikanskur sjónleikari.
- 1947 - David Letterman, amerikanskur filmsleikari og sjónvarpsvertur.
- 1948 - Joschka Fischer, týskur politikari.
- 1979 - Claire Danes, amerikonsk sjónleikarinna.
- 1994 - Saoirse Ronan, írsk sjónleikarinna.
Andlát
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article 12. apríl, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.