Estiskt er eitt finskt-ugriskt mál, sum umleið 1,1 millión fólk tosa, serliga í Estlandi.
Eins og finskt hoyrir estiskt til tann eystrasaltfinska undirbólkin. Tað estiska málføri, ið verður tosað í Suðurestlandi, er rættiliga ymiskt frá tí standardiseraða estiska málinum, og verður til tíðir roknað sum eitt sjálvstøðugt mál.
Estiskt er almenna málið í Estlandi og móðurmál fyri umleið 950 000 fólk har, ið er umleið tríggir fjórðingar av fólkatalinum.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Estiskt mál, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.