Eiturkoppur

Eiturkoppur (frøðiheiti: Araneae) er lítið áttaføtt kykt.

Nógvir gera sær nót at veiða flugur. Eiturkoppur eru liðadýr; men ikki skordýr - teir hava átta bein og eru spunarar. Leivdir av dýrum, sum líkjast eiturkoppum, eru funnar úr devontíðini, tá ið fyrstu skordýrini krupu upp á land. Fyrstu veruligu eiturkopparnir eru úr koltíðini (300-290 m.á.s.), til dømis Grephorus. Eiturkopparnir eru lítið broyttir, síðan teir vórðu til. Sum eiturkoppasløgini nú á døgum hevði Grephorus spunavørtir, og úr teimum kemur silkievni, ið storknar til tráð. Av hesum tráði verður spunnið lokkanetið, sum flugur og onnur skordýr renna seg í. Næstan allir eiturkoppar eru etrandi. Kanska er tað tí, at so nógv ræðast teir. Av teimum 35 000 sløgunum, sum eru til, eru bert umleið 30 vandamikil fyri okkum – og tey sløgini eru ikki í Føroyum. Teir vandamiklastu eru brasiliansku fuglaeiturkopparnir. Teir sníkja seg ofta inn í hús og krógva seg í myrkum krókum. Kanska í einum skógvi ella í einum skápi. Teir eru skild í nógvum ólukkum á hvørjum ári.

Eiturkoppur
Eiturkoppur
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Arthropoda
Flokkur: Arachnida
Hópur: {{{hópur}}}

Purluthærda tarantellan er stór sum manshond.

Wiki FøroysktWiki Commons logo
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

DýrFøroyumLiðadýrSkordýr

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

ISOSeyðurSelma SandáKlaksvíkingur 10-mannafarAnthony BourdainElisabeth AndreassenNobelvirðislønin í bókmentumMark No LimitsMagdalena AnderssonUmskapanin (týðing)LibyaFinleif MortensenApostólska trúarjáttaninKommunismaIP-adressaAnn-Louise HansonAngolaSiðafrøðiAltjóða felagsskapurVårdöJainismaÁrnafjørðurU31. mars2004KyknaEgyptalandNelson MandelaDíðrikur í KárastovuÓlavsøkaApopleksiNáttkjarraLundiPólskt málGusGusEiffeltorniðFøroysk mentanTwitterIndiahaviðFólkaræðiliga Lýðveldið KongoHydrogenFøroyskur dansurTróndur PaturssonSameindu tjóðirDanmarkABBAPokémon GoMikkjalsmessaFall (mállæra)Tey av KamarinumSan Francisco39 f.Kr.Fuglar í FøroyumBarbra StreisandHvítarusslandNorðuramerikaToskurTheodor ThomassenBarbieSlovakia🡆 More