Tuberklar

Tuberklar (tuberculosis) er smittandi sjúka elvd av tuberklabakterium: Mycobacterium tuberculosis, Mycobacterium africanum ella Mycobacterium bovis.

Bakterian kann loypa á ein og hvønn part í kroppinum, men sum oftast setur sjúkan seg í lunguni. Bakterian, ið elvir til sjúkuna, varð funnin av Roberti Koch í 1882.

Eitt fólk við ikki viðgjørdari lungnatuberklasjúku kann smitta, tá ið tað harkar og hostar slím upp. Tað er fyrst og fremst fólk í húskinum, ið verða smittað. Røsk fólk eru ógvuliga mótstøðufør móti smittu, men er ein heilsuliga veikur, er lættari at verða smittaður. Eru 100 fólk í smittuvanda, verða umleið 30 smittað. Men millum hesi 30 fer bert ein til tveir persónar at fáa tuberkulosu innan 1 til 2 ár, og afturat hesum fara 1 til 2 persónar seinni at fáa tuberkulosu. Hetta merkir, at millum 100 persónar, ið vera fyri smittu við tuberkulosu fáa bert 4 sjúkuna. Restin fær ongantíð tuberkulosu.

Tuberklar í Føroyum

Tuberklar í Føroyum 1998-2012
Ár Fráboðanir
2012 2
2011 2
2010 2
2009 0
2008 1
2007 1
2006 1
2005 0
2004 0
2003 1
2002 0
2001 1
2000 6
1999 2
1998 3

Í fyrra helmingi av 20. øld vóru tuberklar rættiliga vanligir í Føroyum, tað smittaði serliga illa umborð á føroysku sluppunum, har menninir búðu tætt saman. Tá ið teir komu heim smittaðu teir so konu og børn. Nógv doyðu av sjúkuni. Í nýggjari tíð er sjúkan ikki so deyðilig sum fyrr, nú eru nógv betri viðgerðarmøguleikar. Tað hava tað verið einstakir tilburðir í Føroyum í nýggjari tíð, í 2013 vóru tríggir nýggir tilburðir og nógv fólk vórðu kannað fyri sjúkuni. Tey, sum vóru sjúk, vóru ein mamma og pinkubarn hennara, sum búðu í Streymoy og eitt smábarn í Suðuroy.

Keldur


Wiki FøroysktTuberklar 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

WikiWikiSavningarflokkurin1974Internet1. mai.irDavid WoodardHvalastøðin á GjánoyriHumlaJuliBeninGNU Free Documentation LicenseHelsingforssáttmálinTaivanGasageirin1878Hveiti3. mars1973KaliforniaSkopjeFríðrikur Petersen1944Michael JacksonIndonesiaTú alfagra land míttFøroyska sjálvstýrisrørslanSky FerreiraKenniorðRusslandLøgmenn í FøroyumMerkiðSvenskt málBoston2010TintinStjørnutekinISOPalestinaLeksandPól Arni HolmPílurFólkatrúgvKommunur í FøroyumListasavn FøroyaPólskt málTunglyndiFramsókn.nr.kiSydneyIngálvur av ReyniBMIFjøll í FøroyumMichelle ObamaFrédéric Chopin1949TónleikurJohn Arni NilssenPáll FangiSvøríkiGoidelisk málAdolf HitlerFólkatalsfrøðiNiðurlondBjørnstjerne BjørnsonVinnuháskúlin🡆 More