Fartelefon

Ein fartelefon er ein tráðleys telefon at hava hjá sær, bæði heima og tá ein fer út ella at ferðast.

Umframt tær vanligu funktiónirnar, ið ein vanlig telefon hevur, kann ein fartelefon eisini senda eini sms-boð til eina aðra fartelefon. Summar fartelefonir kunnu taka myndir og video, spæla tónleik við mp3-fílu, spæla útvarp og mangt annað. Menningin av fartelefonum hendir sera skjótt, og nú er eitt nýtt slag av fartelefonum, sum á enskum verða nevndar smartphones. Hesar eru sum ein lítil útgáva av einari teldu, tær kunnu senda teldupost, hava ofta okkurt slag av brovsara, kunnu taka myndir og video.

Fartelefon
Her sæst hvussu fartelefonir hava broytt stødd og snið seinastu árini.
Fartelefon
Allar fartelefonir hava eitt simkort, sum inniheldur upplýsingar um fartelefonnummar og annað. Uttan simkortið virkar fartelefonin ikki.

Tær fyrstu fartelefonirnar vóru sera stórar í mun til tær nýggjaru útgávurnar. Nú fær man tær í nógv minni støddum enn í fyrstani. Fartelefonir hava eitt battarí, sum av og á skal løðast. Til hvørja fartelefon hoyrir ein løðara, sum skal setast til vanligan streym, og so verður battaríið løtt av nýggjum. Tá fartelefonin er nøkur ára gomul heldur battaríið ofta uppat at virka og má skiftast út. Tað er ymiskt hvussu leingi eitt battarí varðir. Allar fartelefonir hava eitt simkort, sum inniheldur upplýsingar sum fartelefonin hevur brúk fyri, m.a. fartelefonnummarið. Ein fartelefon kann hava fast hald ella leyst hald. Tá ein hevur fast hald, so verður goldin ein ávís upphædd um mánaðin til ein ávísan veitara, í Føroyum kann veitarin t.d. vera Føroya Tele ella Vodafone. Um ein hevur leyst hald, so kunnu pengar fyllast á fartelefonina antin við at keypa umvegis internetið ella við at keypa eitt kort frá einum handli, har eitt ávíst loynital stendur, sum so skal tastast inn á telefonina.

Tað finnast fleiri ymiskar fyritøkur, sum framleiða og menna fartelefonir. Nakrar av teimum mest kendur fyritøkunum eru: Nokia, iPhone (Apple), Samsung, LG, Apple, Sony Ericsson, Motorola, RIM, HTC og Huawei. Nokia er ein finsk fyritøka, og hon hevur havt størsta partin av marknaðinum seinastu árini. Størsti kappingarneytin hjá Nokia er Samsung, sum er ein fyritøka úr Suðurkorea.

Søga

Fyrsta fartelefonin úr 1973 var 23 cm høg og vigaði meira enn eitt kg. Um tú løddi hana í 10 tímar, bar til at tosa í 20 minuttir. Henda fyrsta fartelefonin var ein Motorola DynaTAC. Martin Cooper tók eina tílíka telefon við sær út á Manhattan 3. apríl í 1973 og ringdi til Joel Engels, sum var høvuðsverkfrøðingur í felagnum Bell Labs, sum tá var argasti kappingarneyti hjá Motorola. Soleiðis kundi hann staðfesta sum stjóri í fyritøkuni, at Motorola hevði vunnið kappingina um at verða fyrst við fartelefonini .

Keldur

Wiki FøroysktFartelefon 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Keypmannahavn1837TurkalandSálomonoyggjarnar17. juni26. marsIndonesia2017TadsjikistanFjallasnjófuglurSotsjiGPSFraklandGary CooperVictoria drotningSjónvarp FøroyaPussy Riot1928KannabisSjórænarar1530-áriniØstrogenBelgiaMichelle ObamaAfrikaTórurAvstraliaJiddiskt málWashington D.C.Bygdir og býir í FøroyumPer PettersonCape TownShanghai1980-áriniKatrin OttarsdóttirRusslandMona LisaRebekka Fuglø22. februarMálZlatan IbrahimovićTeldurISO 31662022MeksikoMount EverestNew York CityWhakeSteintór RasmussenJohn Arni NilssenMarokkoSanta Nikolaus frá MyraPáll Finnur PállNorðurkoreaCharles III kongur1754René DescartesÍrskt málSmørAnna S. ÞorvaldsdóttirNatalia OreiroPotsdamFjøll í FøroyumKristinJapanMerkiðTýskt málFrederiksbergEnskt mál10. januarISO 3166-1🡆 More