Fólkaræði

Fólkaræði er ein stýrisskipan har ið fólkið við fólkavaldum umboðum hevur politiskt vald.

Fólkaræði eitur á grikskum demokrati. Demokrati er sett saman av demos, sum merkir fólk, og kratia, sum merkir stýri, ræði ella veldi. Í einum fólkaræðisligum samfelagi hava allir landsins borgarar atkvøðurætt. Har ið fólkaræði er, ræður meirilutin, men hugsar tó um áskoðanina hjá minnilutanum. Fólkaræði er eisini, at øll eru líka fyri lógini, og at øll hava frítt at skriva, tala og hugsa innan lógarinnar karmar. Í Føroyum og í Grønlandi eru fólkaræðisligu rættindi borgaranna tryggjað í donsku grundlógini.

Fólkaræði
Land við fólkaræðisligari stýrisskipan við sjálvsmynd.
Fólkaræði

Fólkaræði kann bólkast í fleiri skipanir. Mest vanliga uppbýtið er millum beinleiðis fólkaræði og umboðandi fólkaræði. Beinleiðis fólkaræði varð nýtt í gamla Grikkalandi, og varð skipað sum fundir við stórari fjøld, sum kom saman fyri at taka støðu til politisk mál. Ein nútímans háttur av beinleiðis fólkaræði verður brúktur í t.d. Kalifornia og Sveis, har fólkaatkvøður í stóran mun verða nýttar. Umboðandi fólkaræði er eitt meira avmarkað og óbeinleiðis fólkaræði, har borgarar við jøvnum millumbilum koma saman at velja sær nýtt ting, og á tann hátt nýta sín fólkaræðisliga rætt til ávirkan. Teir valdu tinglimirnir eru sostatt umboðsmenn hjá veljarunum og skulu røkja áhugamálini hjá teimum.

Keldur

Wiki FøroysktFólkaræði 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

FøroyumGrikskt málGrønlandStýrisskipanir

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Pamela AndersonWikiOle WichBygdir og býir í Føroyum2. aprílNarendra ModiBróstkrabbiMannThomas AquinasFilmurMichelle Pfeiffer1193Stóra BretlandFraklandPol PotMarokkoSuðuramerika334Chips (orkestur)Yahya HassanBergeirissýra2002NorðurkoreaHvalbaJens Fink-JensenSólarmyrkingin 20. mars 2015Potsdam2020Antonio Fagundes1901Politikkur8. januarVestanstevnaEdmund JoensenBrisTurkmenistanMichelle Obama4. januar1530-áriniBoris JeltsinHavfrøði26. juliDanskt málSt. PætursborgSjónvarpNatalia OreiroJohn Arni NilssenNagorno-KarabakkHansina IversenFøroyskt málNikita KhrusjtjovWikimediaGasageirinHydrogen12. marsJapanFranskt málNicolás MaduroNiðurlondSprotinTadsjikistan1928AlfrøðiFred AstaireIndonesiaHaiti10. mai2017🡆 More