Mikkel Hansen (føddur 22.
oktober">22. oktober 1987) er ein danskur hondbóltsleikari, ið í løtuni spælir fyri PSG Handball. Hann varð valdur til Heimsins besta hondbóltsleikara av IHF (International Handball Federation) í 2011. Hann hevur fyrr spælt fyri danska hondbóltsfelagið GOG, har hann vann danska meistaraheitið í 2007. Hann gjørdist partur av FC Barcelona í juni 2008. Hin 2. juni 2010 flutti hann aftur til Danmarkar fyri at spæla fyri AG København, eftir at hava spælt hondbólt í 2 ár í Spania.
Persónlig kunning | |||||||||||||||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Fødd/ur | Helsingør, Danmark | 22. oktober 1987||||||||||||||||||||||||||
Tjóðskapur | Danskur | ||||||||||||||||||||||||||
Hædd | 1,96 m (6 ft 5 in) | ||||||||||||||||||||||||||
Vekt | 100 kg | ||||||||||||||||||||||||||
Leikarastøða | Vinstri bakkur | ||||||||||||||||||||||||||
Kunning um feløg | |||||||||||||||||||||||||||
Núverandi felag | PSG Handball | ||||||||||||||||||||||||||
Nummar | 24 | ||||||||||||||||||||||||||
Feløg í ungdómsárum | |||||||||||||||||||||||||||
1997–2000 2000–2005 | IF Helsingør Virum-Sorgenfri HK | ||||||||||||||||||||||||||
Feløg sum vaksin | |||||||||||||||||||||||||||
2005–2008 2008–2010 2010–2012 2012– | GOG Svendborg TGI FC Barcelona AG København PSG Handball | ||||||||||||||||||||||||||
Landslið | |||||||||||||||||||||||||||
2007– | Danmark | 136 (632) | |||||||||||||||||||||||||
Heiðursmerkjayvirlit
|
Mikkel Hansen gjørdist evropameistari í hondbólti við danska landsliðnum, tá ið teir vunnu EM í hondbólti 2012 í Serbia. Hann varð eisini valdur á All-Star lið í kappingini sum besti vinstibakkur. Í 2011 var hann partur av dansia landsliðinum, ið vann silvur á HM í hondbólti 2011 í Svøríki. Hann gjørdist toppskorari í kappingini.
Pápi hansara, Flemming Hansen, spældi eisini á danska hondbóltslandsliðnum, har hann spældi 120 landsdystir og skoraði 240 mál og luttók í Summar-OL 1984.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Mikkel Hansen, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.