Kyndilsmessa er 2.
februar. Kyndilsmessa var upprunaliga ein Mariumessa til minnis um at Maria vitjaði í halgidóminum 40 dagar aftan á føðingina, sum siður var hjá jødiskum konum tá í tíðini. Kyndilsmessa er sostatt 40. dagurin eftir jóladag (tá jóladagur er íroknaður). Henni og Jesusbarninum til minnis og heiðurs vóru kertuljós og kyndlar tendrað í kirkjunum, og av tí kemur navnið missa candelarum. Orðið candela kemur úr latíni og merkir voksljós.
Í Føroyum var fyrr vanliga vitjað millum bygdir ávísu høgtíðirnar á vetri. Tær bygdir, har vitjað varð á Kyndilsmessu, verða kallaðar kyndilsmessubygdir.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Kyndilsmessa, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.