Róm: Høvuðsstaður Italia

Róm (italskt Roma), eisini kallaður tann ævigi býurin er høvuðsstaðurin í Italia.

Navnið "tann ævigi" ber hann av sonnum. Longu 700 ár fyri Kr. føðing var hann bygdur; um tað mundið, ta ið okkara tíðarrokning byrjar, var hann høvuðsbýurin í heiminum, og rómarsku keisararnir ráddu fyri tí mesta av tí, sum tá var kent av verðini. Frá hesi søguríku tíð síggjast enn bæði nógvar og stórar toftir. Í Colosseum, tí størsta leikhúsinum, kundu rúmast 50 000 fólk. Romaraveldið víknaði, men Róm kom kortini at verða høvuðsbýurin í Evropa, tí har búðu pávarnir. Um veldi teirra siga tær mongu stóru og stásiligu kirkjurnar frá. Enn ræður pávin fyri einum lítlum parti av býnum, Vatikanríkinum: hetta rikið hevur sína egnu radiostøð, flagg og frímerkir og er i allar mátar at rokna sum eitt egið land, men víddin er lítil. Í Pávaborgini, Vatikaninum, eru fleiri túsund stovur. Stórt tal av fremmandum ferðafólki kemur á hvørjum ári til Róm at síggja tey mongu minnini bæði frá fornari tíð og frá miðøldini, tá ið tær sjáldsama vøkru kirkjurnar vóru bygdar. Summar av hesum kirkjum, har ímillum Pæturskirkjan, størsta kirkja l heiminum, eru prýddar við myndum av bestu málarum og myndahøggarum, ið Iivað hava. Á okkara døgum er Róm stórur ídnaðarbýur og veksur í heilum.

Róm: Høvuðsstaður Italia
August Fischer (1895)

Kend fólk

Wiki FøroysktRóm: Høvuðsstaður Italia 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

EvropaFlaggHøvuðsstaðurItaliaItalskt málKirkja (hús)MiðøldinPæturskirkjanRomaraveldiðVatikanríkið

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

KlorWalisiskt mál1382Oniscus asellusDunnaldur DunnaGøtu kirkjaEgyptalandPlantulívið í FøroyumFøroysk landafrøðiHargabrøðurnirMikkjal á RyggiNorðoyarAlbert EinsteinStreymoyFransktMálFøroyum1642.kmNepalGásadalstunnilin1033FK Nevėžis KėdainiaiTóra við KelduBarbie (filmur)KýprosFótbólturMichelangelo.eu14401315Zara LarssonGeorgia875Venceslaus Ulricus HammershaimbNorðlýsið (tíðindablað)Wikimedia9. januarHip hopHoyvíkMarshallhjálpinKirundi2008Ingilín Didriksen StrømFuglurSjavsur.coBjørt Samuelsen.bwSaudiarabiaLøgtingsvalið 2022HavørnDimmmorreyð ontNashvilleOlja1716NorðoyatunnilinDenverSjónvarp FøroyaLøgreglaKópurJarðberEysturtimorDetroitIndonesiaAmy Winehouse23. februar27. august🡆 More